Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hákun Edmundsson aftur til føroyskan fótbólt

Jákup Ósá

 Vendsyssel boðar frá, at felagið hevur útleigað føroyska miðvallarleikaran.

Hákun Edmundsson er útleigaður til Skála. Tað boðar Vendsyssel frá í dag. Hákun hevur havt trupult við at fingið spælitíð í Vendsyssel, og tað er fyri at fáa spælitíð, at Vendsyssel velur at útleiga hann. Longu í desember í fjør var uppá tal, at Hákun bleiv útleigaður til Føroyar. Les meir um tað HER

Hákun Edmundsson spælir væntandi sín fyrsta dyst sunnudagin í Klaksvík móti KÍ. Í øllum førum eru loyvini komin uppá pláss til at hann kann spæla longu tá.