22 ára gamli Hákun Edmundsson skifti til KÍ síðsta vetur.
Liðskiparin á U21 landsliðnum hevði júst havt eitt gott kappingarár á Skála. Men í KÍ rendi hann seg heilt skjótt í mótgongd.
Hákun Edmundsson bleiv skaddur í venjingardysti hjá KÍ í kuldanum áðrenn kappingarbyrjan. Skaðin kom í lyskuna, og tað vísti seg at vera so álvarsamur skaði, at hann ongantíð kundi venja við fullari ferð aftur. Hákun spældi tí ongan skrásettan dyst við KÍ. Hann hevur ikki sáttmála fyri 2019, men fyrst og fremst snýr tað seg nú um at blíva frískur.
– Eg gangi til intensiva uppvenjing, og tað gongur framá við venjingini. Eg vóni at blíva klárur til kappingarbyrjan. Eg taki eina avgerð um mína fótbóltsframtíð, tá eg eri blivin frískur, sigur Hákun Edmundsson við Norðlýsið.
Higartil eru ikki nógvar broytingar framdar í KÍ. Páll A. Klettskarð er farin úr hópinum, meðan Jesper Brinck og Patrik Johannesen eru komnir í hópin. Óvist er, um Hjalgrím Elttør og Hørður H. Askham vera við næsta ár. Teir hava ongan sáttmála fyri næsta ár.



