Helvtin av foreldrunum halda eyga við atferðini hjá børnunum á alnótini. Tað er bæði gott og ringt, meta serfrøðingar.
Helvtin av foreldrunum halda eyga við atferðini hjá børnunum á alnótini. Tað er bæði gott og ringt, meta serfrøðingar.
Børn í Norðurlondum eru millum teirra, ið sera tíðliga byrja at ferðast á alnótini. Og eru sosialir miðlar sum Facebook, Instagram, Pinterest og Snapchat væl umtókt.
Av teirri grund eru helvtin av teim donsku foreldrunum hjá børnum millum 7 og 18 ár farin í holt við at brúka digital amboð at halda eyga við atferð barnanna á netinum. Tað vísir ein kanning, sum “Megafonundersøgelse” hevur gjørt fyri Politiken og TV2.
15 prosent av foreldrunum hava beinleiðis atgongd til facebook-profil barnanna og kunnu tí lættliga lesa alt teirra samskifti. 40 prosent av foreldrunum síggja bert atferðina hjá barninum umvegis vinarskap á facebook. Umframt hetta ætlar fimta hvørt foreldur at byrja við at fylgja barninum á netinum.
Fyri “Medierådet for Børn og Unge” er tað avgerandi, at børnini eru tilvitað um, at foreldur teirra lúra eftir atferð teirra á sosialu miðlunum. Børnini skulu eisini hava góðtikið, at foreldrini sleppa so nær.
– Í Danmark hava vit traditión fyri samskifti (dialog). Tað kann skaða sjálvsálitið hjá barninum, um eitt foreldur “lúrir” uttan loyvi frá barninum, sigur projektleiðarin Gry Hasselbach til Politiken. Men hon skilir tó forvitni hjá foreldrunum.
– Donsk børn eru millum tey børn í heiminum, sum brúka alnótina mest. Tí er týdningarmikið, at foreldur eru ágrýtin og royna at fylgja við, hvat børn teirra gera, sigur adjunkurin Malene Charlotte Larsen, ið granskar í digitalum lívi hjá børnum og ungum á Aalborg Universiteti.
Kelda: jyllands-posten.dk




