Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Haldi at pílarnir peika upp!

Oliver Joensen

Tað segði Janus Sørensen, skipari á útróðrarbátinum Brandi fyri løtu síðani: “Vit eru á veg inn við 2800 pundum. Í gjár høvdu vit 4800 pund og dagin fyri 4300, so eg haldi at tað nú sær betur út. Annars hevur fiskiskapurin hjá okkum ikki verið av tí besta tað sum farið er av heystinum. Men eg haldi at nú sær betur út – Kanska mangla vit eitt illveður høgt – tað sýnist sum um, at tað er summar enn, bara er dagurin vorðin styttri. Jú, eg haldi at vit ganga ímóti betri fiskiskapi nú. Men toskurin manglar, tað er nógv mest hýsa vit hava fingið higartil, segði Janus Sørensen, skipari á Brandi.