Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Haldur Johansen vann 10.000 kr

Jákup Ósá

Haldur Johansen vann eina sera spennandi kapping í egning á Sjómannadegnum í kvøld.

Hetta var seinasta kappingin í dag. Vinnarin seinastu árini John Havn var ikki við í ár. Kappingin gjørdist eisini sera spennandi, har nærum eingin munur var millum tríggjar teir fremstu. Endin var, at Haldur vann beint frammanfyri Martin Simonsen.

Vinningurin var eitt ein kekkur á 10.000 kr. frá Kjøli.

Úrslitið gjørdist:

1. Haldur Johansen 8.57.28

2. Martin Simonsen 8.59.60

3. Petur Jacob Langaard 8.59.72