Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hállið hjá landskassanum mikað næstan 300 mió. kr í eitt ár

John William Joensen

Búskaparráðið: …..rættiliga týðuligar broytingar hendar í gongdini í flest øllum búskaparligum lyklatølum. Flestu lyklatøl benda nú á vaksandi búskaparligt virksemi og vøkstur í búskapinum í leypandi prísum, og ábendingar eru eisini um minkandi landskassahall. Sambært búskaparráðnum eru samfelagshjólini av álvara farin at mæla

Búskaparráðið: …..rættiliga týðuligar broytingar hendar í gongdini í flest øllum búskaparligum lyklatølum. Flestu lyklatøl benda nú á vaksandi búskaparligt virksemi og vøkstur í búskapinum í leypandi prísum, og ábendingar eru eisini um minkandi landskassahall. Sambært búskaparráðnum eru samfelagshjólini av álvara farin at mæla

Á Ólavsøku kom løgmaður við einari sera positivari meting um búskaparútlitini, og sama boðskap ber búskaparráðið í frágreiðing sum júst er kunngjørd: Á so at siga øllum økjum er framgongd!


Hagstovan og Búskaparráðið hava í felag mett um búskaparvøksturin í 2014 og 2015. 

Til tess at

gera metingina er nýttur ein búskaparmyndil, sum er mentur í Landsbankanum og á Hagstovuni. Fyri árið 2014 verður roknvið einum búskaparvøkstri uppá 4,6% í ársins prísum, og fyri árið 2015 verður roknvið einum búskaparvøkstri uppá 4,3% í ársins prísum. Lønargjaldingarnar væntast at vaksa við 5,5% í 2014, og við 4,0% í 2015.

Seinastu árini hevur búskaparvøksturin í Føroyum verið lágur samstundis sum stór hall hava verið á roknskapinum fyri almenna geiran, sum í høvuðsheitum stava frá landskassahallum. Seinasta hálvárið eru tó rættiliga týðuligar broytingar hendar í gongdini í flest øllum búskaparligum lyklatølum. Flestu lyklatøl benda nú á vaksandi búskaparligt virksemi og vøkstur í búskapinum í leypandi prísum, og ábendingar eru eisini um minkandi landskassahall.

Føroyski fiskavøruútflutningurin er nógv broyttur í samanseting seinastu árini samstundis sum búskaparvøksturin hevur verið lítil. Gongdin seinastu árini hevur givið eitt nýtt mynstur í útflutninginum. Útflutningurin er nú settur saman av trimum nøkulunda javnt stórum pørtum í virði. Hesir tríggir partar eru alifiskur, uppisjóvarfiskur, og botnfiskur og onnur fiskasg. Sera stórur vøkstur hevur verið í útflutningi av alifiski síðan miðskeiðis í 00unum. Sera stórur vøkstur hevur eisini verið í útflutninginum av uppisjóvarfiski síðan 2010. Hinvegin hevur fall verið útflutninginum av botnfiski og øðrum fiskasløgumka síðan 2003.

Samstundis sum fiskavørtflutningurin er nógv broyttur seinastu árini eru hendar stórar broytingar í okkara útflutningsmarknaðum. Parturin av útflutninginum til ES-marknaðin er minkur, og aðrir marknaðir eru vaksnir í staðin, herundir Kina, Russland, USA og Nigeria.

Prísvøkstur hevur eyðkent útflutningin av alilaksi seinastu árini. Meira enn helvtin av BTÚvøkstrinum í leypandi prísum í 2013 stavaði fprísvøkstri av alilaksi. Væntandi fer prísurin á alilaksi eisini at vaksa í 2014 og 2015, um enn kanska ikki so nógv sum í 2013. Vøksturin í útboðnum av alilaksi er lítil og eingin, meðan eftirspurningurin framvegis er vaksandi.

Vøksturin í útflutningsvirðinum av uppisjóvarfiski, serliga makreli, hevur stavfvaksandi nøgdum, ma. tí makrelstovnurin er vaksin, og tí Føroyar hava ásett sær kvotur einsíðis. Í 2014 varð gjørdur nýggjur sáttmáli um makrelin millum nøkur av strandalondunum. Fyri Føroyar merkir sáttmálin hækkandi prísir, men ikki hækkandi nøgdir í mun til árini uttan sáttmála. Væntaða príshækkingin stavar frá møguleikanum at veiða makrel í ES sjógvi og norskum sjógvi. Eisini avkan av ES stongslinum kann styðja upp undir hækkandi prísir.

Triði bólkurin er botnfiskur og onnur fiskasg, fiskundir Føroyum og undir fiskidagaskipan, og eisini fiskur veiddur á øðrum havleiðum, ma. Barentshavinum, undir kvotuskipan. Botnfiskavinnan undir Føroyum og undir fiskidagaskipan er framvegis í kreppu. Hesin útflutningurin hevur staðið í stað ella minkað seinastu nógvu árini. Frá fiskiveiðu á øðrum havleiðum eru hinvegin útflutt vaksandi nøgdir, men prísgongdin hevur ikki verið so fyrimunarlig. Tey føroysku skipini, sum eru undir kvotuskipan, tykjast at klára seg betri sambært virkisroknskapunum, meðan tað øvugta sýnist at gera seg galdandi fyri skip undir fiskidagaskipan. Sumt bendir á, at ein kvotuskipan eggjar til kostnaðarminimering, meðan ein fiskidagaskipan eggjar til maksimering av umsetningi (veiðu í tonsum). Hendan maksimering av umsetningi kann eggja til ovurveiðu og geva minni atlit til kostnað og lønsemi.

Leypandi ár til ár broytingin til juni 2014 í øllum innflutninginum vísti eitt fall upp á 8 prosent. Uttan skip og flogfør stóð innflutningurin í stað. Nøkur av innflutningstølunum benda á ein lítlan vøkstur í privatu nýtsluni, og samstundis vøkstur í innlendis íløgunum.

Gongdin í nargjaldingum gevur vanliga eina ábending um búskaparvøksturin. Seinastu lønartølini vísaeinárliganvøksturílønargjaldingunumuppá4%.Srstvøkstursæstí


6

vøruframleiðsluvinnum, ið ma. eisini fevna um byggivirksemi og skipasmíð, meðan lágur vøkstur

er í almennu lønargjaldingunum.

Deflaterað við brúkaraprístalinum hava nargjaldingarnar staðið í stað ella minkað millum 2007 til 2013. Hinvegin sæst ein vøkstur í 2014, ið eisini kann stava ffallandi gongdini í brúkaraprís– talinum.

Talið av løntakarum er sera lítið vaksið síðan apríl 2011 til í dag (eini 380 fólk). Hinvegin er talið av fulltíðararbeiðsleysum fallið fútvið 1900 í januar 2011 til góð 1000 í apríl 2014. Ein frágreing kann vera at fólk í Føroyum meira lættliga finna arbeiði uttanlands samstundis sum tey varðveita sín bústað í Føroyum. Í hesum føri telja tey ikki við sum løntakarar í Føroyum.

Innan fiskivinnugeiran er talið av løntakarum minknógv í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, meðan løntakaratalið er vaksið nógv innan alivinnuna. Innan fiskiskap er talið av løntakarum minkfrá 2731 í januar 2004 til 1440 í apríl 2014. Innan fiskavøruídn er talið av løntakarum minkfrá 2178 í mars 2006 til 1171 í apríl 2014. Hinvegin er talið av løntakarum innan alivinnu vaksið frá 295 í mars 2006 til 867 í apríl 2014.

Fiskivinnugeirin hevur týðuliga verið ígjøgnum eina umbroyting. Veiðukapasiteturin og móttøkukapasiteturin á landi fyri uppisjóvarfisk til góðskingar er vaksin stórliga seinnu árini, og nýggju skipini og virkini er nógv minni arbeiðsorkukrevjandi enn gomlu skipini og flakavirkini. Minkingin í talinum av løntakarum kann bert vinnast innaftur vvinnuligum vøkstri aðrastaðni innan sama vinnugeira ella innan aðrar vinnugreinar. Vandi er altíð fyri at hesin vøkstur ikki hendur í Føroyum, men í útlondum og at fólk flyta.

Treystitølini fFíggjarmálaráðnum (konjunkturbarometrið) vísa fyri byggivinnuna tað stórsta virksemi síðan fíggarkreppuna, og samstundis avmarkingar, tá tað snýr seg um arbeiðsmegi og fígging. Fyri aðrar vinnur sæst eitt ávíst bjartskygni.

Fyri sarhaldini vísa treystitøl fíggjarmálaráðsins størri bjartskygni enn síðan fíggjarkreppuna. Eisini innflutningstølini, lønartølini og MVG tølini geva ábendingar um ein lítlan ella byrjandi nýtsluvøkstur.

Vøksturin í almennu nýtsluni hevur verið lítil síðan fíggjarkreppuna. Vøksturin er mettur til 1,4% í 2013 og 1,5% í 2014. Tølini síðan 1998 benda á at broytingar í almennu nýtsluni hava verið konjunkturviðgangandi – tá nógv hevur verið í kassanum hevur nógv verið brúkt og øvugt – og hevur hetta økt heldur enn minkað um sveiggini í búskapinum. Umráðandi er hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina fbyrjanini av øldini og 2007 og 2008 við ovurvøkstri, um virksemi annars fer at økjast komandi árini.

Vit síggja ein týðuligan vøkstur í samlaðu almennu íløgunum í 2014 í mun til 2013. Vit vænta at íløgurnar í 2015 liggja á sama støði sum í 2014. Vøksturin í almennu íløgunum frá 2013 til 2014 stavar serliga frá íløgum landsins og ikki frá íløgum kommunanna. Íløguvirksemi landsins er nógv ávirkað av Marknagilsdeplinum. Íløgur kommunanna hava verið støðugar síðan 2008, men vuksu sera nógv fram til 2008. Talan var í ávísan mun um íløgur, sum høvdu ligið á láni frá 90unum. Betringar í fíggjarstøðu kommunanna ávirkaðu eisini íløguhugin.

Eins og við almennu nýtsluni sýnast almennu íløgurnar at vera konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um land og kommunur. Umráðandi hjá tí almenna er eisini her ikki at endurtaka gongdina við almennum íløgum sum frá 2007 og 2008, um virksemi annars fer at økjast komandi árini. Skuldarloftið hkommunum – at skuldin ikki skal uppum eina álíkning – eggjar eyðsæð ikki til miðvísa fíggjarpolitiska planlegging, ið fevnir um allar almennar íløgur.

Hallið hjá øllum almenna geiranum var í 2013 umleið 488 mió. kr. Mett verður at hallið fyri 2014 verður umleið 200 mió. kr. Hallini hesi bæði árini stava mestsum bara frá landskassahallum. Mett verður at RLÚ1hallið hjá landskassanum fyri 2014 verður umleið 180 mió. kr. Nettoognin h

almanna geiranum var umleið 2,5 mia. kr. í 2007, men nærkast 0 í 2014.