Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallirnar komnar undir rætta hættin

Oliver Joensen

Ítróttarhallirnar í Klaksvík hava ikki virka undir optimalum viðurskiftum seinastu árini. Síðani badmintonhøllin kom hevur gingið av skriðjuni, einahelst tí at hallirnar báðar hava havt hvør sína leiðslu og fíggingin av badmintonhøllini ongantíð er komin upp á pláss.

Ítróttarhallirnar í Klaksvík hava ikki virka undir optimalum viðurskiftum seinastu árini. Síðani badmintonhøllin kom hevur gingið av skriðjuni, einahelst tí at hallirnar báðar hava havt hvør sína leiðslu og fíggingin av badmintonhøllini ongantíð er komin upp á pláss.

Tó skal ikki undirmetast, at hetta at býráðið nú yvirtekur hallirnar fyri 14,8 milliónir, og hallirnar samstundis standa fyri umvælingum út ímóti 10 milliónum er ein sera stórur biti hjá Klaksvíkar Kommunu at svølgja. Aðrar stórar íløgur standa eisini fyri hjá býráðnum.

Men hyggja vit víðari fram, so kunnu vit fegnast um, at hallirnar eftir okkara tykki nú hava fingið rætta eigaran. Tað er ein uppgáva hjá býráðnum at skapa karmar fyri ítróttini í býnum.

Millum politikarar og fólk annars hevur verið frammi, at ynskiligt hevði verið at býráðið nú fór undir eina stóra ætlan at byggja hallirnar saman.

Stadionøkið í Klaksvík liggur so sera væl fyri mitt í býnum. Um nú rætt var borið at, so bleiv ein stórur bygningur bygdur ímillum hallirnar báðar, og kanska eisini ein ímillum badmintonhøllina og Svimjihøllina, soleiðis at vit í Klaksvík fingu eitt messusentur, sum onga aðrastaðni og møguliga mentanarhús sum hevði at kalla óavmarkaðar møguleikar.

Sum er verður eitt nú Fish Fair fyriskipað í báðum hallunum í Klaksvík við tvey ára millumbilum. Tað hevði verið eitt ynski at fingið ein vakran foyer ímillum hallirnar báðar, ístaðin fyri eina lítla gongd, sum higartil hevur verið sett upp hvørja ferð bara til hetta tiltakið.

Eitt annað stórt tiltak, sum verður fyriskipað í Klaksvík, og sum vit als ikki vilja vera fyriuttan, er Summarfestivalurin. Økið har hetta tiltakið higartil hevur verið fyriskipað, verður valla tøkt í allari framtíð. Tí er tað eisini ein uppgáva hjá býarplanleggjarunum at finna annað pláss, um bygt verður í miðbýnum. Aðrastaðni er vanligt at brúka eitt nú stadionøki til slík átøk, og fann man eitt pláss høgliga við “messusentrið”, so kundu hallirnar verið eitt kærkomið supplement til tiltøk á summarfestivalinum, eins og tað hevði verið gott skýli um veðurgudarnir ikki vístu seg frá síni bestu síðu.

Hallirnar eru komnar undir rætta hættin. Nú er bara eftir at leggja eina skilagóða ætlan fyri okkara stóra og avbjóðandi ítróttar og mentanarøki.