Síggi tað, at Ingolf S. Olsen skrivar aftur. Tó síggi eg ikki, at hann afturvísir nøkrum, sum eg havi skrivað.
Men eitt er, sum tó fellur í eygu míni. Tað er, at Ingolf skrivar, at tað ikki er eitt krav, at Landsstýrismaðurin brúkar 7% til menningarkvotu og 25% til uppboðssølu. Eg vil heita á Ingolf, um at lesa síðu 40 í uppskotinum, har stendur skriva soleiðis.
Uppskotið leggur upp til, at partur av heildarkvotum av svartkjafti, makreli, norðhavssild, botnfiski í Barentshavinum, toski Flemish Cap og botnfiski í Eysturgrønlandi ALTÍÐ verða boðin út.
Fyri hesi fiskasløg eru sett nøkur mørk, sum verða brúkt í sambandi við sølu av rættindum:
350.000 tons av svartkjafti
100.000 tons av makreli
70.000 tons av norðhavssild
30.000 tons av botnfiski í Barentshavinum
3.100 tons av toski á Flemish Cap
1.900 tons av Botnfiski í Eysturgrønlandi
Lagt er upp til, at 25% av heildarkvotuni, upp til oman fyri nevndu mørk, verða boðin út sum sølukvota , ímeðan nøgdin omanfyri, fer heildarkvotan upp um hesi mørk, verður boðin út sum uppboðsárskvota.
Um vit brúka Flemish Cap sum dømi, so verða 25% av kvotuni – upp til 3.100 tons – seld sum sølukvota, og alt sum er omanfyri tað verður selt sum uppboðsárkvota.
Um Ingolf ætlar at ugga meg við, at hatta er nakað sum stendur í lógini, men landsstýrismaðurin ikki fer at nýta, so fer hann skeivur. Eg trúgvi einki uppá, at hann skrivar nakað í lógina, sum hann ikki ætlar at nýta. Eg havi einki annað at halda meg til, enn tað sum stendur í lógini, eisini verður tað sum landsstýrismaðurin fer at útinna í veruleikanum. Hví skal eg halda nakað annað?
Um Ingolf meinar, at hann ikki fer at brúka sínar heimildir, so skal hann sum limur í Vinnunevndini fáa partin um uppboðssølu og menningarkvotu úr uppskotinum. Eg ivist onga løtu í, at hann fær undirtøku fyri tí bæði í vinnunevndini og løgtinginum, og so sleppa vit frá seta spurningin við, um hatta er nakað, sum fer at verða nýtt ella ikki.
Tá eg sat og skrivaði seinastu grein í gjár, so var tað ikki frítt at tankarnir leitaðu aftur til 90’ini. Tá lógu 3 línuskip svínabundin við kei í Klaksvík. Hesi skip – Boroyðarnes, Hans Erik og Sigurfari – fóru øll á tvang av tí orsøk, at tey høvdu bara rættindi á Flemish Cap, og ikki kundi fiska á Føroyagrunninum. Vit kunnu gott koma , um ikki heilt í somu støðu, men líknandi hasari um vit verða skornir so nógv á Føroyagrunninum.
Ingolf, tygum nýtast ikki at svara, um tygum einki svar hava. Havi ongar ætlanir um, at vit báðir skulu verða fastir pennavinir 🙂
Klaksvík 02-10-2017
Líggjas Johannesen




