Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hallur Hansson nærkast at kunna spæla

Jákup Ósá

Landsliðsvenjarin segði á tíðindafundinum, tá hann kunngjørdi hópin til landsdystirnar, at í juli er
møguleiki fyri, at Hallur Hansson kemur at spæla fyri KÍ

 

 

(Grein úr blaðnum)

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, segði á tíðindafundinum 5. juni, at møguleiki er fyri, at KÍ-leikarin, Hallur Hansson, kemur at spæla innan ein mánaða.

Hallur Hansson sleyt krossbandið 17. september í dysti fyri sítt íslendska felag KR. Ein slíkur skaði tekur vanliga 9-12 mánaðir áðrenn ein kann spæla aftur. 17. juni eru sostatt níggju mánaðir síðani skaðan.

Hallur Hansson hevur í nakrar vikur fram til Norðoyastevnu vant við bólti, men hevur ikki vant, har venjingar hava verið, har kropsligt samband hevur verið við leikarar. Um hann spælir í juli, so er hann skjótur aftur, tí vit hava sæð, at hjá flestu leikarunum síðstu tíðina, ið hava slitið krossbandið, at tað tekur heldur 12 mánaðir ella meir enn tað til teir spæla aftur. Kanska eru feløgini eisini eyka varðin, so at uppvenjingin gongur væl, tí tað kann helst verða vandamikið av byrja ov skjótt aftur. Ein annar vandi er, at tað ofta koma smærri fylgisskaðar, sum gera, at leikararnir fáa afturstig. Hallur Hansson kemur at spæla í blusu nr. 26 í KÍ.

Í juli mánaða spælir KÍ fyrst og fremst altjóða dystir, sum byrja 12. juli og hesir koyra so í minst tríggjar vikur fram.