Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur, René og Jóan Símun

Jákup Ósá

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Klaksvíkingur í kvøld væntar nógv av ”nýggju” ungu føroysku leikarunum, sum í ár spæla í Effodeildini.

Rógvi Biskopstø tippar í kvøld í táttinum, og hann væntar nógv av fleiri av ”keypunum” í ár. Rógvi tippar soleiðis:

FM vinnari: HB

Nummar 2: Víkingur

Nummar 3: EB/Streymur

Nummar 4: KÍ

Niðurflytari: B68

Niðurflytari: Skála

Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)

Ársins leikari í Effodeildini: Hallur Hansson (Víkingur)

Ársins stjørnuskot í Effodeildini: René Shaki Joensen (HB)

Besta ”keypið” í Effodeildini: Jóan Símun Edmundson (AB)

Les um aðrar tippingar til Effodeildina 2014:

– Fáa ein nýggjan FM vinnara

– FM heitið endar í Eysturoynni

– Bæði Havnarfeløgini í topp 4

– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár

– Stendur millum KÍ og HB

– Somu lið ganga aftur hesaferð

ÍF er við í topp 4

– EB/Streymur vinnur FM

– HB, Víkingur, EB/Streymur og KÍ


Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:

Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.