Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hallur: – Sonja er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Jóhann Lützen

Øll kunnu meldað seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Sonja gjørdist limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri fýra døgum síðan. Um hon ynskir at stillað upp, so verður støða tikin til tað á uppstillingarfundinum, sigur Hallur Ellingsgaard formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Hallur Ellingsgaard sigur at nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag varð samd um, at loyva Sonju Jógvansdóttir, at lima seg inn í flokkin. 

– Sonja Jógvansdóttir gjørdist limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri fýra døgum síðani, sigur Hallur Ellingsgaard. 

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur eina áseting um at ein skal hava verið limur í felagnum í tríggjar mánaðir áðrenn ein kann stilla upp fyri flokkin. Vit spyrja formannin um hetta.

– Tað er rætt, men vit hava ikki fylgt hasari ásetingini seinastu 2-3 valini, tí tað hevur verið so torført at fáa fólk á listan, sigur Hallur Ellingsgaard. 

Norðlýsið frættir frá keldum, at Sonja Jógvansdóttir gerst limur í tingbólkinum hjá Tjóðveldi í morgin. Sostatt verður tingbólkurin hjá Tjóðveldi víðkaður við einum tinglimi, ið varð vald fyri ein annan flokk á seinasta løgtingsvali. 

Harleywoodpaint