Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Halt 1,5 m frástøðu

Ráðið fyri ferðslutrygd

Nú várið er komið, eru alt fleiri súkklur at síggja í ferðsluni. Bæði í bygdum og óbygdum øki.

Nú várið er komið, eru alt fleiri súkklur at síggja í ferðsluni. Bæði í bygdum og óbygdum øki.

Fyri at betra ferðslutrygdina eiga súkklarar og bilførarar at vísa hvør øðrum atlit og geva pláss. Á vegum møtast bleyt og hørð ferðsla. Greitt er, at súkklarar í hesum høpi eru viðbreknari.

Við seks smáfilmum minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd partarnar á at vísa hvør øðrum atlit og tolsemi. Hetta við boðskapinum, ’Halt 1,5 metur frástøðu’. Her verða bilførarar mintir á at halda 1,5 metur frástøðu til súkklur, tá teir fara framvið. Filmsklippini eru av pendlara, lastbilførara, súkklara, løgreglumanni, hýruvognsførara, og Ferðslutrygd. Filmirnir verða at síggja á www.rff.fo og á facebook komandi vikurnar.

Sum er hava vit í Føroyum fáar súkklubreytir, sum merkir, at súkklur eru á vegum saman við bilum. Hetta ger týdningin av varsemi millum partarnar tað týdningarmeiri.

Blíðar heilsanir

Ráðið fyri Ferðslutrygd