Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálv milliard ella meira í skattalætta til fólkið

John William Joensen

Nógv øsing hevur verið í miðlum um skattalættar og nógv av tí sum er sagt er trupult at skilja og beinleiðis skeivt. Føroyski løntakarin rindar framvegis hægsta lønarskattin í Norðanlondum men landspolitiskt er nógv broytt seinru árini og nú áttu Kommunurnar eisini at sett fokus á skattin.

Nógv øsing hevur verið í miðlum um skattalættar og nógv av tí sum er sagt er trupult at skilja og beinleiðis skeivt. Føroyski løntakarin rindar framvegis hægsta lønarskattin í Norðanlondum men landspolitiskt er nógv broytt seinru árini og nú áttu Kommunurnar eisini at sett fokus á skattin.

Tá tað kemur til skattalættar sum ABC samgongan og núverandi samgonga hava latið so eru tilsamans 500 milliónir lætið í skattalættum til Føroyafólk.
240 milliónir vóru givnar tá Sambandi, Folkens og Javnaðurin sótu saman í Tinganesi og 265 milliónir nú Sambandi situr saman við Folkens, Sjálvstýri og teim kristiligu.

ABC flokkarnir hækkaðu botnfrádráttin úr 15.000 kr. upp til 30.000 kr. og núverandi samgonga hækkaði botnfrádráttin heilt upp á 65.000 kr.

Tað vil siga at eitt nú pensjónistar, sum einans hava fólkapensjónina og samhaldsfasta og hava eina skattskylduga inntøku um 70.000 kr. nú eru næstan frítikin frá landskatti – men rinda framvegis kommunuskatt. Hetta er fakta.

Fyrr sluppu fakfeløg við pensjónsgrunnum og tryggingarfeløg at spæla sær við fæið úr landskassanum, tí gamla skattaskipanin loyvdi at skatturin av pensjónum var ikki goldin landskassanum fyrr enn pensjónstakarin fekk pensjónina útgoldna.

Núverandi samgonga broytti hetta soleiðis at skatturin av pensjónum beinan vegin verður goldin landskassanum at umsita. Men samstundis loyvdi mann fakfeløgum og tryggingarfeløgum framhaldandi at umsita tað fæ sum tey høvdu innistandandi av peningi hjá landskassanum. Men í framtíðini verður tað soleiðis at tá arbeiðsgevarin rindar pensjón til pensjónsgrunnar hjá fakfeløgum ella tryggingarfeløgum –  fellur skatturin til landskassan og ikki til pensjónsgrunnar at umsita og spekulera við. Hetta er eisini fakta.

Spurningurin er um stóru broytingarnar eru tekin um at Føroyar eru á veg til at gerast eitt samfelag sum í størri og størri mun verður skatta við brúkaragjøldum. Hetta er kanska rættvísari skipan tí tá fær brúkarin hægri lønarútgjald og velur sjálvur hvussu peningurin verður brúktur – og rindar harav gjald til landskassan.