– Tað er forferdiligt at loyva nýggjum aktørum á Flemish Kap, har kvotan verður skorin niður við 40% yvir tvey ár hjá verðandi aktørum, sigur Hálvdan Gudmundsen formaður í Felagnum Línuskip
Hósdagin kunngjørdi fiskimálaráðið at Føroyar hava fingið 450 tons av toski at fiska á Flemish Cap í 2018. Talan er um kvotu, sum er fingin til vega í eini býtisavtalu, har Føroyar hava latið ES føroysku kvotuna av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum. Ætlanin hjá fiskimálaráðnum er at geva Thor í Hósvík hesa kvotu.
Norðlýsið hevur fingið orðið á Hálvdan Gudmundsen, sum er formaður í Felagnum Línuskip. Flemish Kap hevur haft nógv at siga fyri botnlinjuna hjá frystulínuskipinum seinnu árini. Frystilínuskipini byrjaðu at fiska har í 2012.
– Vit skulu skerast niður við 40% yvir tvey ár og tí standa vit til at missa 1600 tons í rundari vekt og tað eru góðar 26 mió krónur, tí høvdu hesi tonsini komi væl við, upplýsir Hálvdan
– Vit halda lítið um at ein trolari fer á Flemish Kap at fiska hasi 450 tonsini, heldur enn tey 5 frystilínuskipini. Tað er ikki pláss til at ein aktørur kemur inn og fær alt sum eginkvotu, sigur Hálvdan.
– Fingu vit kvotuna, høvdu vit samstundis spart føroyagrunnarnar, men nú verða 5 frystilínuskip fyrr á føroyagrunninum og tað er ikki tað sum samgongan hevur sagt seg ætlað, sigur Hálvdan.
– Teir [Thor] hava fingið kompensatión í form av makreli, í mun til tað teir hava mist. Eitt av argumentunum er, at talan er um søgulig rættindi, men tað snýr seg einans um eitt ár. Hvussu kann eitt ár av fiskaríi blíva til søgulig rættindi, spyr Hálvdan.
Til samanberingar hevur JFK fiska í eini 80 ár í Barentshavnum, men har høvdu søgulig rættindi onki at siga, nú ein stórur partur at teirra kvotum varð tikin.
– Felagið línuskip fer at mótmæla ætlanum hjá fiskimálaráðnum at geva nýggju kvotuni á 450 tons í 2018 til Thor heldur enn til verðandi flota av frystilínuskipum, sum royna á Flemish Cap, sigur Hálvdan Gudmundsen.
Hoyringsskriv skulu verða inni 20 august og endalig avgerð verður tikin 27. august, boðar Fiskimálaráðið frá.



