Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvfinalurnar: So er høllin klár

Flogbóltssambandið

Upptakt: So er Høllin á Hálsi klár at taka ímóti gestum av Tvøroyri, úr Sørvági, úr Kollafirði, úr Fuglafirði og av Toftum umframt borgarunum úr Tórshavnar Kommunu, sum í dag skulu spæla hálvfinalur í steypakappingini í flogbólti.

Starvsfólk hjá kommununi hava lagt taraflexgólvið út og gjørt eitt megnar arbeiði, so høllin vísir seg frá síni bestu síðu.

Dystirnir í dag eru hesir:

Kvinnur:
Kl. 13.00 Fleyr – TB

Kl. 15.00 SÍ – KÍF

Menn:
Kl. 17.00 ÍF – SÍ

Kl. 19.00 Fleyr – Ternan


Hálvfinalur – Menn: Sørvingar fara eftir øllum – eisini sambært ÍF

Venjarin hjá ÍF leggur allan favorittleiklutin á herðarnar á sørvingum, tí teir í ár hava eitt sterkt lið, sum hevur vunnið alt seinasta mánaðin

– Vit fara sjálvandi fyri at vinna, men um tú hyggur eftir úrslitinunum hjá okkum, og heldur tí upp móti broytingunum í leikarahópinum, so sært tú ein týðiligan samanhang. Broytingarnar hava verið stórar og vit eru við at seta nýtt fólk við. Tá tað er sagt, so fara vit tó altíð á vøllin fyri at vinna og tað gera vit eisini í dag.
Tað sigur Boban Ilic, venjari hjá mansliðnum hjá ÍF, sum í hálvfinaluni í dag spælir móti SÍ.

Tá innleiðandi umførini í steypakappingini vóru liðug í desember, endaðu sørvingar á øðrum plássi í sínum bólki og ÍF á fyrsta plássi í sínum bólki.

Bogan Ilic: Ikki rættvísandi mynd

Men sambært Boban Ilic er tað ikki ein rættvísandi mynd av styrkislutfallinum í landskappingini – og steypakappingini fyri tað.

– Nei, avgjørt ikki. SÍ hevur eitt sera gott og sterkt lið í ár, og tað sært tú eisini á úrslitunum í landskappingini. Teir hava ikki tapt síðan november og hava vunnið alt stórt í januar mánaði. Tí er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at SÍ er favorittur í dag, sigur Boban Ilic.

Liðið hjá honum er sum sagt broytt frá í fjør. Fleiri av royndu leikarunum eru burtur og tí skulu nýggir setast við.

– Tað er tað vit brúka hetta árið til. Bartal og eg hanga í enn, men nú fer okkara tíð á vøllinum at halla. Hinvegin so fara vit sjálvandi at royna at gera ein ordiligan vørr afturat, tí vit vilja gjarna koma í enn eina finalu, sigur Boban Ilic.

Í Sørvági tímir Rajko Petrovic, venjari hjá sørvingum ikki at pakka tingini so øgiliga væl inn. Hansara lið er eisini broytt nokkso fitt, men leikararnir sum hann hevur sett við, hava spælt í nøkur ár, og tí er talan um ein breiðan – og ikki minst sterkan – hóp.

– Vit hava givið ungu leikarunum, sum hava vant nógv í ár, tað lyfti, at teir sleppa at spæla, og teir hava veruliga víst, hvat teir vilja, sigur Rajko Petrovic.

Hjá honum snýr tað seg um at fáa liðið so langt fram sum tilber, og tí fer hann eftir øllum í ár. Og tískil eisini eftir steypafinaluni.

Rajko Petrovic: Sterkt lið

– Liðið hjá okkum er sterkt í ár. Vit hava sum sagt góðar ungar leikarar, men vit hava eisini fingið fleiri gamlar garvaðar leikarar aftur á liðið, og tað vil siga, at vit hava ein øgiliga sterkan bonk. Tað ger heildina øgiliga sterka, sigur Rajko Petrovic.

Tí hevur hann góðar vónir til dystin í dag, og júst sum Boban vísir hann á, at tað sum er farið undan dystunum í dag, gevur orsøk til at hava góðar vónir.

– SÍ byrjaði eitt sindur illa í ár, men tá vit fyrst komu í gongd, hava vit veruliga fingið vind í seglini. Seinasta mánaðin hava vit vunnið alt sum vit hava spælt, og tí er sjálvsálitið í topp.

Sum nevnt hava teir báðir nógvar ungar leikarar, og felags fyri báðar venjararnar er, at teir ætla at vísa ungu monnunum áit.

– Skulu teir nakrantíð vera klárir til at taka við og lyfta arvin, so mugu teir fáa loyvi til at spæla, tá á stendur. Tað fáa teir í dag, siga teir báðir venjararnir.

Hálvfinalur – Menn: Fleyr skal hava gull í ár

Venjarin hjá Fleyr, sum er langt fremst í landskappingini, dylir ikki fyri, at málið hjá høvuðstaðarfelagnum í ár er at vinna gull. Og tað kann líka so væl vera í steypakappingini eisini. Venjarin hjá Ternuni heldur tó, at tað ber til at berja mótstøðuliðið niður

– Nú haldi eg at tíðin aftur er komin til at Fleyr skal vinna gull. Vit liggja væl fyri í landskappingini, men vit fara í øllum førum at royna at geva okkum sjálvum møguleikan at vinna gull í steypakappingini, og so kunnu vit síggja um hitt eisini ber til.

Tað sigur Kristian Mikkelsen, venjari hjá mansliðnum hjá Fleyr, sum í dag spælir hálvfinalu í steypakappingini í flogbólti í høllini á Hálsi.

Mótstøðuliðið er Ternan, og hóast toftamenn hava havt rímiligt tak á Fleyr í ár, so hevur suverena oddaliðið úr Havn kortini vunnið allar dystirnar í landskappingini í ár. Ternan vann dystin í FK-kappingini, og tí vil Kristian Mikkelsen ikki siga, at dysturin í dag verður ein lættur dystur.

Kristian Mikkelsen: Tveir hjá Ternuni skara frámúr

– Ternan hevur eitt gott lið, har serliga tveir leikarar skara framúr. Teir hava gjørt tað trupult fyri okkum, ikki bara í FK-kappingini, tí í fyrsta dystinum í landskappingini var tað um reppið, at vit taptu. Men vit fótaðu okkum og vunnu, tá avtornaði, sigur Kristian Mikkelsen.

Málið hjá honum í dag er at vinna, og hann hevur rættiliga góðar vónir. Tí liðið hjá honum er væl fyri. Bæði tá tað kemur til kropsligu støðuna og tá tað kemur til leikaratilfar.

– Vit hava 14 leikarar at taka av, so á tann hátt eru vit væl fyri. Gamaní mangla vit onkran av teimum allarbestu, sum er úti langtíðarskaddur, men har eru aðrir sum taka við, sigur Kristian Mikkelsen.

Støðan í landskappingini, har Fleyr er níggju stig fremst, hevur gjørt tað møguligt hjá liðnum at venja tunga kropsliga venjing allan januar mánað, og tað metir venjarin vera ein greiðan fyrimun. Sum kann koma væl við seinni í ár.

– Nú eru vit so væl fyri kropsliga sum vit kunnu vera, og vónandi sæst tað aftur í dag, sigur Kristian Mikkelsen.

Bárður Jacobsen: Vit hava lykilin

Heilt so góðar umstøður hevur Bárður Jacobsen, venjari hjá Ternuni, ikki havt. Hansar lið liggur á fjórða plássi, og hóast onkur bakkøst, hevur hann góðar vónir.

– Málið hjá okkum er í øllum førum at fara eftir finaluplássinum, og mínar royndir við Fleyr eru, at tað ber til at pilka teir niður. Tað fara vit at royna at gera, og eydnast tað, so er als ikki óhugsandi at tað ber til hjá okkum at vinna, sigur hann.

Sum nevnt hevur Bárður Jacobsen havt onkrar trupulleikar við venjingunum, tí á Toftum eru leikarar, sum spæla fótbólt afturat flogbóltinum.

– Tað mugu vit tíverri taka við, men tað slepst ikki undan at tað skerjir hópin hjá okkum. Men nú halda vit so fram tað sum er eftir av hesum árinum við tí tilfari vit hava, og so má tað røkka ella støkka, sigur venjarin hjá Ternuni.

Hann er venjari fyri einum hópi, sum ikki hevur tær drúgvu royndirnar, men tær hevur hann hinvegin sjálvur. Saman við Trygva Hansen, sum m.a. hevur spælt saman við Bárði Jacobsen í ÍF – og vunnið steypafinaluna.

Tað er meira enn Fleyr-leikararnir hava gjørt. Og hvør veit; kanska kann tað vera við til at ávirka úrslitið í dag.