Tilmeldingarfreistin var í gjárkvøldið, og eru tað omanfyri 140 rennarar, sum hava meldað til. Hálvmaraton teinurin er 21,0975 km. Byrjað verður kl. 14.00, og verður runnið tríggjar ferðir frá Eik, út á Bumshamar og aftur, og norður til Nema og aftur til Eik. Hvørt umfar er sjey kilometrar.
Vónandi vera tað nógvir áskoðarar, sum fara at heppa rennararnar úti á rutuni.
FM
Kappast verður um FM heitið í opnum bólki fyri kvinnur og menn fødd í 1997 ella fyrr, veteranbólki fyri kvinnur og menn fødd í 1959-1968 og menn superveteranar føddir í 1958 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at rennarin er limur í einum felagið fyri frælsan ítrótt.
Hjá monnunum er Marnar Djurhuus, Treysti, favorittur til at endurvinna kappingina enn einaferð. Hann hevur vunnið bæði undanfarnu árini í Klaksvík. Hann setti fyrr í ár nýtt føroyskt met í Keypmannahavn við tíðni 1.08.52 tímar, og um vikuskifti bleiv hann úttikin til NM á 10.000m, sum verður í Oslo 22. mai.
Marnar vann seinasta ár við 1.14,35 tímar
Á næstu plássunum verður tað væntandi eitt stríð millum silvurvinnarin frá í fjør Sam Vang, Bragdið, og Eirikur Hansen, Bragdið. Aðrir í væntast at koma í topp fimm eru veteranarnir báðir Cecil Weihe, Bragdið, og Hallur Holm, Bragdið og Niels Poulsen, Bragdið.
Í opna kvinnubólkinum er vinnarin seinastu tvey árini Rigmor N. Arge, Hvirlan, við og má hon metast at hava góðar møguleikar at vinna aftur í ár. Spurningurin verður um miðteinarennarin Rebekka Fuglø, Treysti, megnar at gera nakað við Rigmor. Aðrar í kunnu væntast at koma topp fimm eru veterankvinnurnar Ann Thomsen, Bragdið, Astrid Joensen, Roysnið og Ella Áarstein, Treysti.
Men hálvmaraton teinurin er góðar 21 kilometrar, og kunnu tað sagtans koma broytingar í omanfyri nevndu metingar.
Rigmor N. Arge vann tryggan sigur seinasta ár
Eik hálvmaraton
Samstundis sum limir í feløgunum kappast um FM-heitið, so ber eisini til hjá øðrum at royna seg, tí talan er eisini um opna kapping, har øll kunnu luttaka. Her er talan um 9 bólkar fyri kvinnur og menn, og øll telja við í hesi kapping. Bólkarnir síggjast niðanfyri og har sást eisini hvussu mong luttaka í hvørjum bólki.
17-29 ár (f.1985-1997) 7 menn og 3 kvinnur
30-34 ár (f.1980-1984) 8 menn og 3 kvinnur
35-39 ár (f.1975-1979) 11 menn og 8 kvinnur
40-44 ár (f.1970-1974) 18 menn og 15 kvinnur
45-49 ár (f.1965-1969) 19 menn og 14 kvinnur
50-54 ár (f.1960-1964) 15 menn og 5 kvinnur
55-59 ár (f.1955-1959) 6 menn og 2 kvinnur
60-64 ár (f.1950-1954) 6 menn og 1 kvinnur
65-69 ár (f.1945-1949) 1 maður
Heiðursmerkjahandan í Badmintonhøllini
Aftur í ár fer heiðursmerkjahandanin fram í Badmintonhøllini. Í høllini fara fleiri ítróttarfeløg í Klaksvík at hava lítlan “bás” har tey kunna um teirra virksemi o.a. Tiltakið í Badmintonhøllini byrjar kl. 13.00, men sjálv heiðursmerkjahandanin verður frá kl. 17.30. Tá skulu øll heiðursmerkini frá degnum handast, og tí verður heitt á øll tey í skulu hava handað heiðursmerki, um at vera til staðar har í góðari tíð.
Ferðslufrí ruta
Á eftirmetingarfundinum í 2012, var greið útmeldan frá rennarunum, at teirra størsta ynski var, at rutan varð ferðslufrí. Hetta bleiv roynt seinasta ár, og tað vóru rennararnir serstakliga væl nøgdir við, og eisini takksamir mótvegis Ferðslunevndini og Klaksvíkar Kommuna .
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu sást kort, sum vísir ferðsluna í samband við hálvmaraton renningina. Tað er í tíðarskeiðnum leygardagin 10. mai kl. 13.00 til 16.30, at rutan er ferðslufrí. Neyðug skeltir verða sett upp og vaktarfólk vera eisini til staðar. Kort av rutuni sást á myndini niðast í greinini. Leinkja til heimasiðuna hjá Klaksvíkar Kommunu er her.
Barnarenning og motiónsrenning
Í samband við Eik hálvmaraton, so skipar Treysti eisini fyri Barnarenning og Motiónsrenning leygardagin. Øll børnini renna eitt umfar “runt Akursmørk”, sum er knappar 700 metrar.
Barnarenningin er býtt í bólkarnar:
Gentur/dreingir -7 (f.2007 ella seinni)
Gentur/dreingir -10 (f.2004-2006)
Gentur/dreingir -13 (f.2001-2004)
Gentur/dreingir -17 (f.1997-2000)
Barnarenningin byrjar kl. 13.30 og møguleiki er at melda til á fif.fo til kl. 23.00 fríggjakvøldið ella í Intersport frá kl. 11.00 til kl. 13.00 leygardagin.
Motiónsrenningin, sum er 7 km, er eitt umfar av hálvmarathon rutuni, og byrjar samstundis sum hálvmarathon. Møguleiki er at melda til á fif.fo til kl. 23.00 fríggjakvøldið ella í Intersport frá kl. 11.00 til 13.30 leygardagin.
Her eru bólkarnir:
Menn/kvinnur f.1969-1997
Menn/kvinnur veteran f.1959-1968
Menn/kvinnur supervet. f.1958 ella fyrr.
Kostnaðurin at luttaka í barnarenningini er kr. 50 og motiónsrenningini kr. 100.
Leinkja til tilmeldingina er her.
Kort av rutuni







