Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hamferð framførir ‘Evst’ akustiskt í Spaniastovu 26/04

Oliver Joensen

Leygarkvøldið 26. apríl stíga Hamferð inn á gólvið í Spaniastovu í Klaksvík við einum serstøkum og sjáldsomum tiltaki. Talan er um eina akustiska framførslu, ið leggur dent á tekstliga heimin, ið Hamferð higartil hava skapt sær millum annað við útgávunum ‘Vilst er síðsta fet’ og ‘Evst’. Øll Hamferð-løg eru samanbundin og siga í síni heild eina søgu, ið verður útbygd við hvørjum nýggjum lagi og útgávu. Við útvaldum løgum og yrkingum verður hendan søgan, í hennara núverandi skapi, løgd fram á sannan Hamferð-hátt. Væntast kann eitt inniligt og sorgblítt kvøld, har áhoyrarar verða bjóðaðir inn í ein serføroyskan heim við ófyrigevandi landsløgum, ódnarveðri og huldum.

Afturat Hamferð fer a-capella sangbólkurin Fimm feitar flugur at framføra. Fimm Feitar Flugur er ein nýggj og spennandi kórkvintett við fimm frískum unglingum, ið bæði duga at syngja, spæla og undirhalda.

Hamferð hevur áður bert framført tvær akustiskar konsertir fyri almenninginum, og hesar vóru báðar á HOYMA-tiltakinum, sum fór fram í Gøtu í november 2013. Stovurnar, har framført varð, vóru á tambi við áskoðarum, og konsertirnar vóru stórliga fagnaðar. Í Spaniastovu verður framførslan útbygd og gjørd til eina størri heild, ið ger, at hetta verður enn eitt nýtt stig í tónleikasøgu Hamferðs.

Konsertin verður komandi leygarkvøld tann 26. apríl og byrjar kl 22.00. Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og bíleggjast á telefon 457151.