Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hamferð og Sólstafir í Norðurlandahúsinum

Hannefíða Joensen

Hamferð kemur seinni í ár við einari nýggjari útgávu, og í hesum sambandi fer bólkurin at hava eina undan-útgávukonsert í Norðurlandahúsinum tann 12. oktober. Afturat sær hava teir tað altjóða viðurkenda íslendska tungmálmsorkestrið Sólstafir.

Hamferð kemur seinni í ár við einari nýggjari útgávu, og í hesum sambandi fer bólkurin at hava eina undan-útgávukonsert í Norðurlandahúsinum tann 12. oktober. Afturat sær hava teir tað altjóða viðurkenda íslendska tungmálmsorkestrið Sólstafir.

Hamferð hevur við sínum dómadagsmálmi staðfest seg sum ein av fremstu tónleikabólkunum í landinum. Bólkurin vann Wacken Metal Battle í 2012, og hevur spælt á festivalum kring Evropa tey seinastu árini umframt at hava verið á einari Evropaturné við Týr og Moonsorrow í 2011. Bólkurin hevur júst givið eitt video út frá fullsettu konsertini í Havnar Kirkju, sum bólkurin spældi í januar. Komandi konsertin í Norðurlandahúsinum verður fyrsti møguleiki at hoyra alla nýggju fløguna hjá bólkinum, sum verður framførd út í eitt. Bólkurin lovar, at tað verður ein heilt serstak konsert við fullari framleiðslu.

Sólstafir er tann íslendski tungmálmsbólkurin, sum hevur fingið størst altjóða viðurkenning. Bólkurin varð settur á stovn í 1995, og hevur síðan tá bergtikið sínar lurtarar við sínum droymandi Pink Floyd inspireraða tungmálmi. Tann seinasta útgávan hjá bólkinum, Svartir Sandar, varð heiðrað sum ársins útgáva í 2011 av fleiri týdningarmiklum tungmálmsbløðum. Staklagið av fløguni, Fjara, lá eisini nummar eitt á sølulistunum í Íslandi yvir eitt tíðarskeið. Bólkurin hevur turnerað støðugt tey seinastu árini og m.a. spælt stórar konsertir á Wacken, Roskilde, Summer Breeze og fleiri øðrum stórum tónleikafestivalum kring heimin.

Atgongumerki verða sett til sølu mikudagin 3. september kl 00.00 á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.

Upptøkan av lagnum “Vráin” úr Havnar Kirkju kann síggjast her: 

Harleyfacadeacryl