Portugal og Ronaldo skapa yvirskriftina, men ítróttarliga eru møguleikar í HM undankappingarbólkinum hjá Føroyum.
Tað kundi verið betri og tað kundi verið verri. Soleiðis kann ein siga um dagsins latakast til komandi HM undankapping í fótbólti hjá føroyska A-landsliðnum. Portugal kom uppúr potti 1, og tað var ikki tað ringasta. Tað merkir, at mest sannlíkt kemur Cristiano Ronaldo á Tórsvøll. Hini londini blivu Sveis, Ungarn, Lettland og Andorra. Hetta ljóðar í fyrstu atløgu ikki so spennandi, tí tað eru ikki tær mongu stóru stjørnurnar, ið finnast á hesum liðum. Men møguleikin fyri at fáa góð úrslit skuldi verið til staðar. Tískil eru flestu føroyingar uttan iva hampuliga væl nøgdir við lutakastið.
Lutakastið bleiv sostatt:
Portugal
Sveis
Ungarn
Føroyar
Lettland
Andorra




