Línubátarnir og útróðrarbátarnir hava havt hampuliga góðan fiskiskap, ímeðan verri hevur gingist hjá snellubátunum.
Í gjár landaði Varðin um 35.000 pund av landleiðini, frætta vit frá Fiskamarknaðinum, umleið 22.000 pund vóru toskur og hýsa ímeðan restin var reyðsprøka tunga og annað. Helena landaði eisini 98.000 pund, Gáshøvdi 18.000 pund og Klakkur 113.000 pund.
Útróðrarbátarnir hava ligið um 7-8000 pund upp á dagin og hjá teimum hevur gott helvtin verið toskur, so teir lata eisini hampuliga væl at. Snellubátarnir, sum royna norðanfyri hava ikki fingið nógv burturúr, hagani ljóðar frá sera smáligum fiskiskapi.




