Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hampuligur fiskiskapur, men lítið av toski

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Á Søluni í dag: Brandur 7.800 pund, Eldorado 1.900 pund og Líðhamar 3.000 pund.

Sjávur var eg við Brandi norðanfyri náttina til í gjár mikudagin. Vit settu 45 stampar, einar 15 fjórðingar norður úr Viðoynni.

Í mínum eygum var sera nógv á línuni, næstan bert hýsa. Við hvørt stór og feit hýsa og til aðrar tíðir nógv smá hýsa. Men tosk sóu vit sera lítið av, metti at vit høvdu eini 800 pund av toski, restin var hýsa og nakað av øðrum, longu og brosmu. Hjá mær ein fínur túrur.

Nú gangi eg ígjøgnum allar myndirnar, so tær fáa tit tá tað arbeiðið er liðugt.