Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hampuligur fiskiskapur og góður prísur

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Útróðrarbátarnir hava brúkiligan fiskiskap. Prísurin á fiski hevur eisini við sær, at hugaligari er at rógva út sjálvt um rúgvan kanska ikki er sum onkuntíð.

Hyggur ein eftir toska og hýsuprísinum, so liggur toskurin um 30 kr. fyri kg, ímeðan hýsan liggur á góðum 20 krónum fyri kilo.

Útróðrartøl: Bjørgvin 4.800 pund, Stakkavík 2.400 pund, Brandur 4.500 í dag og 4.800 í gjár, Norðsøki 3.000 í dag og 3.000 í gjár, Líðhamar 5.000 í dag og 5.200 í gjár, Dalsenni 2.500 í dag og 4.000 í gjár, Fagraenni 2.600 pund.