Seinnapartin koma partrolararnir aftur eftir túr vestanfyri.
Hamranes og Breiðanes, ið hava heimastað í Hvalba, landa vanliga ikki í Klaksvík, men hava onkuntíð landað um summarið, tá onnur flakavirkir eru í summarfrí. Seinnapartin landa teir á Kósini. Teir hava havt stuttan túr. Teir byrjaðu at fiska týsdagin og hava tilsamans 110 tons av upsa.



