Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handaligu lærugreinarnar – løtur í hugsavnan

skulatrod.fo

Handaligu lærugreinarnar hava eisini sítt pláss á tímatalvuni. Hetta eru lærugreinar, har næmingarnir fáa roynt seg á annan hátt enn at sita og lurta.

 

Tá næmingarnir byrja í 4. flokki, fáa teir møguleikan at royna 6 ymiskar lærugreinar gjøgnum árið. Hesar lærugreinar eru ikki bókligar, men tær eru eins umráðandi fyri tað. Í hesum lærugreinum fáa næmingarnir ment síni evni á nógvum ymiskum økjum og teir fáa hugsavna seg á ein øðrvísi hátt. Her fáa teir nevniliga hugsavna seg við nøkrum, sum teir hava áhuga fyri. Her fáa teir eitt úrslit og í fleiri førum eitt sjónligt avrik.

 

Tað er stuttligt og áhugavert at siggja næmingar blóma í verkligu lærugreinunum, hóast teir ikki altíð eru hugaligir og sterkir til bókligu lærugreinarnar, og hetta er nevniliga orsøkin til, at skapandi lærugreinar eru so umráðandi í fólkaskúlanum. Við handaligu og skapandi lærugreinunum aftrat bókligu lærugreinunum kunnu allir næmingar finna sína styrki og sítt pláss.

Tímarnir til handaligu og skapandi lærugreinarnar eru 4 um vikuna. Næmingarnir hava allar 6 lærugreinarnar gjøgnum árið og skifta sostatt aftaná 6 ferðir í hvørjari lærugrein.

Handaligu lærugreinarnar fyri miðdeildina hetta skúlaárið eru handarbeiði, træsmíð, evning, heimkunnleiki, tónleikur og miðlar.