Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Händel og Halleluja sjoflað í kringvarpinum

John William Joensen

Í longri tíð hava vit hoyrt lýsing, at Kringvarp Føroya ynskir at fáa fatur á fólki, so upptøkur kunnu gerast av føroyskum sálmasangi.

Hetta í sær sjálvum er eitt gott tiltak, bæði gevandi og dregur væl saman um góðan, gevandi og vakran sálmasang, nú so mangt er á skránni tónlistarliga.

Tað sum fólk eru troytt av, er, at til hesa maratonlýsing í Kringvarpinum verður partur av stóra Messias-verkinum hjá G.F. Händel, Halleluja, næstan vanvirt.

Fleiri fólk hava ringt til Norðlýsið, sum ynskja at tónleikaverkið antin verður tikið heilt burtur, ella at okkurt kemur inn í staðin.

Fólk meinar, at hetta vakra og fyri fólk sigandi tónleikaverk Messias, eigur ikki at nýtast til fótatrakk. Tónlistastórmenni G.F. Händel hevði helst ikki verið fegin um brúkið ella misbrúkið.

Heitt verður á Kringvarpið um at taka hetta við í eina eftirmeting.