Gávubúðin hjá Annu í Nólsoyar Páls Gøtu heldur 50 ára stovningardagin í dag, og tey gera nógv burturúr.
Victor og Rikka duga væl at fyrireika slíkt og tí er veitslurómur við Nólsoyar Páls Gøtu, har kaffi og okkurt afturvið er í handlinum, ímeðan dekka er til borðs á ovaru hæddini.
Tey bæði bjóða øllum á gátt.




