Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilin Hjá Hjørleif gevst

Oliver Joensen

Aftána at hava rikið handilin á Vágsheygnum síðani 1972, letur Hjørleif nú aftur fyri seinastu ferð.

Húsini, har Hjørleif og seinnu árini Leif, hava handla í seinastu mongu árini, er elsta húsið á niðara Vágsheygnum. Appolonia bygdi her í 1909 og fekst við bakarí og gjørdi "brúnsukurbomm". Aftaná hana kom Knudsen og í 1963, keypti Hjørleif ognina. Hann leigaði út til í 1972, tá hann sjálvur byrjaði matvøruhandil. Sonurin Leif tók so spakuliga yvir í 89 og tók endaliga yvir í 1993.



Vit vórðu inn á gólvið ímorgun við myndatólinum. Tey vóru mong, ið vitjaðu, kanska mest fyri at siga farvæl til eitt umhildið møtingarstað á Vágsheygnum.



Vit fara at takka Hjørleif og teimum fyri samstarv øll hesu mongu ár og ikki minst hevur handilin verið trúgvur lýsari í Norðlýsinum.