Seinastu tíðina hevur ljóðað at Klaksvíkar Handilsfelag stóð frammanfyri upploysing, men hetta varð skúgvað til viks á fundi mikukvøldið.
Henrik Thøgersen, sum er formaður í Handilsfelagnum sigur við Norðlýsið, at sera positivur andi var fyri felagnum á fundinum mikukvøldi. Av teim umleið 40 limunum, sum eru í felagnum vóru 30 møttir ímeðan aðrir, sum ikki møttu søgdu frá frammanundan at tað bar teimum ikki til.
Á fundinum fingu vit staðfest, at Handilsfelagið skuldi halda áfram og harafturat fingu vit viðgjørt fleiri aðrar spurningar..
Nevndin fer nú at seta seg saman ein av fyrstu døgunum, at leggja tilrættis aktivitetirnar hjá felagnum í komandi ári, sigur Henrik Thøgersen, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag at enda.




