Í gjár savnaðust limirnir í Handilsfelagnum til fundar og semja var um at gera nógv burtur úr tunnilsdøgunum og at keypa ein eyka tunnilsdag tann 8. november. Tunnilsdagur verður leygardagin 27. September og í hesum sambandi ferð Norðlýsið í hvørt hús í landinum. Deadline til tunnilsblaðið er í dag.
Tunnilsdagar 2014
27. september
08. november (Eyka tunnilsdagur ókeypis altíð til Klaksvík – kl. 18 – 21 ókeypis úr Klaksvík)
13. desember
28. november verður jólatræið í Vágstúnið tendra.
Ísamband við jól er umframt vanligu tíðirnar eisini opið soleiðis:
06. desember kl. 10 – 17
13. desember kl. 10 – 22
14. desember kl. 14 – 18
17. – 20. des. kl. 10 – 20
21. desember kl. 14 – 20
22. desember kl. 10 – 20
23. desember kl. 10 – 21
Nýggjársaftan kl. 10 – 13
Tunnilsdagar í norðoyatunnlinum 2015
14. mars
02. mai
26. september
12. desember




