Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilsfólk á søluskeið hjá Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Norðoya Sparikassi hevur 95-ára stovningardag tann 24. september 2014. Í hesum sambandi hevur sparikassin ymisk tiltøk gjøgnum árið. Eitt av hesum var eitt skeið fyri handlunum í Klaksvík við heitinum Sølusálarfrøði, miðvíst kundasamskifti í Klaksvík – og tey góðu felags málini.

Carsten Lund Madsen, ráðgevi hjá TACK International í Danmark, var skeiðshaldari.

Skeiðið skuldi upprunaliga verða í Gamla Seglhúsinum men av tí at undirtøkan var so stór var skeiði flutt út á Sjónám.

Skeiði byrjaði kl. 9 fríggjamorgunin og endaði við døgurða og ymiskum undirhaldi í Spaniastovu fríggjakvøldið.

Sí myndir