Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilslærlingur til Málingahandilin

Vøruhúsið

Hevur tú áhuga fyri máling og litum, so hevur tú møguleikan júst nú.

Málingahandilin við Landavegin søkir eftir handilslærlingi.

Sum partur av sølutoyminum í málingahandlinum hevur tú nógv samskifti við kundar okkara. Tænastan til kundan er av størsta týdningi fyri okkum, og tí vænta vit, at tú ert fyrikomandi og arbeiðssamur, og at tú dugir væl at samstarva við arbeiðsfelagum tínum.

Sum partur av lærutíðini er skúlagongd, sum fer fram í Danmark.

Tað er ein fyritreyt at tú hevur FHS- ella HH prógv.

Umsóknarfreist 31. mai

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo