| Oftani verður sagt, at grasið er grønari hjá grannanum. Soleiðis er helst eisini í handilsvinnuni. Hoyri oftani fólk aðrastaðni í landinum siga, at í Klaksvík eru so “wellir” handlar. Og øvugt – vit Klaksvíksingar eru eisini raskir at fara aðra staðni at handla. Soleiðis eigur tað eisini at verða. Tunnilsdagarnir eru komnir fyri at verða, og verður tunnilsdagur nú aftur leygardagin. Stríðir streymur av bilum koyrandi báðar vegir, síggjast allan tunnilsdagin. At veganetið nú er so væl virkandi, at borgarar og vinnulív dagliga fáa gleði og nyttu burturúr framgongdini, er sera gleðiligt. Skulu vit fáa samfelagið lyft upp á eitt hægri støði, mugu vinnulív, borgarar og kommunan ganga hond í hond. Her eru vit væl áleiðis. At kendar stjørnir sum vitja, sleppa á flot ella ein fjallatúr, og harvið fáa møguleika at uppliva okkara mentan og lívstíl, er eisini gott fyri myndina úteftir. At vit síggja ein vinnulívsmann sum Hanus Hansen vera vert fyri Cliff Richard, frøir mítt hjarta. Vinnulívið gevur so mikið til okkara lokalsamfelag, at vinnulívið sjálvandi eisini eigur at njóta og heysta fruktirnar. Í Klaksvík er vinnan sterk. Sum kommuna eiga vit at skapa bestu karmar í samráð við vinnuna. At vit nú fáa handil, og annað útatvent virksemi í sjálvum miðbýnum, er sera hugaligt. Hetta vil heilt víst gera býin enn meira spennandi og tiltrekkjandi. Eg ivist ikki í, at við verkætlani í miðbýnum, fáa vit bæði nýggjar vinnur og tænastur til okkara borgarar. Ynski tykkum øllum ein góðan tunnilsdag. Signhild V. Johannesen, valevni javnaðarfloksins! |




