Norðlýsið skilir, at brikkarnir viðvíkjandi eginpeningi og fígging av einum handilssentrið í miðbýnum í Klaksvík eru við at falla upp á pláss.
Menn hava nú í rúma tíð arbeitt við ætlanunum um at byggja eitt handilssentur í Klaksvík og fyrsta málið var, at sentrið skuldi standa liðugt tá Norðoyatunnilin lat upp í 2006.
Hóast hetta evstamark valla heldur, so frætta vit frá álítandi keldum, at so mikið langt er komið við fígging og eginpeningi, at farið verður undir rættuligar realitetssamráðingar við Klaksvíkar Býráð fyrst í komandi ári.
Fyrireikararnir til eitt handilssentur í Klaksvík hava ynskt at standa meira leysir tá talan er um útsjónd og senturbygningin sum heild. Tað var nevniliga soleiðis, at býarplánleggjararnir settu ymisk krøv, ið fyrireikararnir vildu vera meira leysir av og hetta er komið uppá pláss við býráðið og býarplanleggjararnar.
Sum skilst, so er rættuliga stórur áhugi ímillum handilsfólk at leiga seg inn í handilssentrið. Fyrireikararnir siga, at hóast fyrireikingarnar hava staði leingið uppá, so sær út til at nakað fer at henda fyrstu mánaðirnar í nýggja árinum. Arbeitt verður í hvussu so er miðvíst í løtuni og roknað verður eisini við, at tað fer at bera til at fáa eina góða avtalu við býráðið, soleiðis at farast kann undir bygging av handilssentrinum í Klaksvík.




