Í summar vóru 30 ár síðani fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin í Havn. Áðrenn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði handilsskúlaundirvísing verið hildin á kvøldskúlaskeiði runt um í landinum í meira enn 35 ár.
Innbjóðing til almenna móttøku á Handilsskúlanum í Marknagili tann 5. mars 2014 kl. 15.
Í summar vóru 30 ár síðani fyrstu næmingarnir byrjaðu á Føroya Handilsskúla við Marknagilsvegin í Havn. Áðrenn hesin bygningurin varð tikin í nýtslu, hevði handilsskúlaundirvísing verið hildin á kvøldskúlaskeiði runt um í landinum í meira enn 35 ár.
Til tess at hátíðarhalda 30 ára dagin skipar Handilsskúlin fyri móttøku á skúlanum 5. mars kl. 15.00 -17.00, undir heitinum útbúgving, vinna, innovatión og íverksetan.
Føroya Handilsskúli er í dag ein skúli við miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving og hægri útbúgving.
Vit vóna at hitta bæði gamlar og núverandi næmingar, starvsfólk, vinnu- og samstarvsfelagar til móttøkuna.
Á móttøkuni 5. mars fara fyrrverandi næmingar á Handilsskúlanum at hugleiða um leiklutin, ið skúlin hevur havt fyri tey og teirra yrkisleið, og um leiklutin, ið Handilsskúlin hevur í dagsins samfelag.
Handilsskúlin hevur seinastu 30 árini skrivað føroyska útbúgvingarsøgu, og hevur við sínum greiða útbúgvinginarprofili miðað eftir at skapa vøkstur, menning og trivnað í Føroyum, og hevur á tann hátt givið nógvum av okkum fremstu íverksetarum góða barlast.
Henda menning heldur fram, nú skúlin stendur á gáttini til eina spennandi og avbjóðandi tíð, tá skúlin sum ein av trimum útbúgvingarstovnum flytur inn í nýggja Marknagilsdepilin. Hetta er serliga spennandi hjá einum útbúgvingarstovni, ið altíð hevur trivist við nýggjum avbjóðingum.
Í dag bjóðar Handilsskúlin yrkis- og gymnasialar útbúgvingar á miðnámsstøði (FHS og Búskaparbreyt), umframt útbúgvingar og eftirútbúgvingar á hægri støði: HD, akademiútbúgving, teldustøðingaútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu og merkantila diplomútbúgving. Ætlanin er at menna fleiri hægri útbúgvingar – eitt nú innan marknaðarførslu, útflutnings- og altjóða búskap.
Ein týðandi partur av virksemi Handilsskúlans er yrkis- og lærlingaútbúgvingar, har læra á læruplássi verður samskipað við neyðuga skúlagongd.
Vert er at geva gætur, at eitt gymnasialt miðnámsprógv frá Føroya Handilsskúla gevur atgongd til hægri lesnað bæði í Føroyum og uttanlands – eins og eitt gymnasialt miðnámsprógv frá øðrum miðnámsskúlum. Harumframt fær tann lesandi førleikar, sum kunnu nýtast eitt nú at stovna egið virki.
Vit eiga at hátíðarhalda hesa søgu, og søguna hjá teimum mongu, sum byrjaðu sína útbúgvingar- og yrkisleið her. Her hava nógv fingið sína grundleggjandi útbúgving og ikki minst lívslong minni og vinaløg.
Í sambandi við hátíðarhaldið heita vit á tykkum, at deila minnir tykkara frá Handilsskúlanum á Facebook síðu okkara.
Øll eru vælkomin til móttøkuna 5. Mars kl. 15. Skipað verður fyri fjølbroyttari skrá. Og meira fæst at vita á heimasíðu skúlans www.fh.fo
Føroya Handilsskúli
Helena Dam á Neystabø, stjóri




