Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handlarnir í Klaksvík Torraleygardag

Davur Winther

Nakrir av handlunum í Klaksvík hava ein Torraendabrest, sum teir kalla – Teir hava havt opið til kl 17 og hava rættiliga nógva vøru nógv niðursetta.

Nakrir av handlunum í Klaksvík hava ein Torraendabrest, sum teir kalla – Teir hava havt opið til kl 17 og hava rættiliga nógva vøru nógv niðursetta.

http://www.nordlysid.fo/handlar+i+klaksvik+opid+til+kl+1700.html

Dávur Winther

Á stuttari vitjan hjá Hvíthúsi, Intersport, Cheap og Well siga allir handlarnir, at rættiliga nógv fólk hava vitjað.

Grafia, sum heldur til í Gamla Seglhúsinum hevur eisini opið hús og bjóðar eisini hummarrasuppu

Jú, ein vitja í Klaksvík í dag er uppá pláss og Torraskráin er long:

Kl. 14.00 Niðanfyri Sjúkrahúsið

Torra-renning

Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki

neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka,

tvs. at renna og/ella ganga.

Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fosságøtu, har

snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.Leygardagur 22. feb.

Kl. 14.30

Klaksvíkar Sjúkrahús

Heilsucafé

Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum

setur Heilsucaféina Heilsukaféin letur upp.

Hin spennandi og altíð væl vitjaða heilsukaféin

verður í á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Her kanst tú m.a. fáa mált

blóðtrýst, blóðsukur, peek-flow, BMI og mikið annað.

Tað verður eisini høvi, at fáa ráðgeving innan heilsuspurningar.

Kl. 15.15 Klaksvíkar Sjúkrahús

Livar Nysted: At seta sær mál

Kl. 16.00 Klaksvíkar Sjúkrahús

Kristianna Larsen á Lofti

greiðir frá síni masterritgerð: Ein antropologisk greining av

sosialum trupuleikum hjá typu 2 diabetes sjúklingum

Kl. 16.30 Klaksvíkar Sjúkrahús

Jóhanna á Tjaldrafløtti:

Heilsugóður kostur

kl. 15.00 – 18.00 Smæran

Framsýning av gomlum fotomyndum

Jóannes Niclasen hevur framsýningav gomlum fotomyndum

kl. 15.00 Skúlin við Ósánna

Frá Nordhav 5 til Sundaberg

– um bókina Sundaberg. Myndafrásøgn frá tá ið Sundaberg sakk

Birgir Waag Høgnesen greiðir frá.

kl. 16.00 – 18.00 Dragin

Opið skip

Næmingar arbeiða við togverk – splejsa, takla og bensla

Kokkurin bjóðar ein góðan kaffimunn.

kl. 16.00 Kirkjukjallarin

Jesus úr Nasaret

Edward Fuglø greiðir frá listaverkunum –

Jesus úr Nasaret. Tiltakið er í kirkjukjallaranum,

har eisini Sjúrður Sólstein fer at greiða frá sínum leikluti at

evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.

Charlotta Thorsteinsson, fer at lesa eina av halgisøgunum

hjá Selmu Lagerløft, Jesus úr Nasaret.

kl. 19.00 Christianskirkjan

Skótaguðstænasta

við Mariu Jørðdal Niclasen, presti

Kl. 21.00 Spaniastova

Dyrnar lata upp

Kl. 22.00 Spaniastova

Úr skúrinum í Spaniastovu

Anfinn og vinmenn fara á pall í Spaniastovu.

Atgongumerki kunnu keypast í Leikalund og við dyrnar.