Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handtøkur í kvøld

Oliver Joensen

Sum skilst, so hevur politiið í Klaksvík gjørt handtøkur í kvøld, men ikki hevur borið til at fingið váttan fyri at tað er í samband við herverkini seinasta samdøgrið.

Sera nógv virksemið hevur verið á politistøðini í alt kvøld, og fyri løtu síðani frættu vit, at politiið hevði gjørt handtøkur, men av tí at tað ikki hevur eydnast okkum at koma í samband við politistøðina, hevur tað ikki borið til at fingið váttan fyri at hesar handtøkur hava nakað við herverkini hetta seinasta samdøgrið at gera.

Ternan
Eisini umborð á Ternuni var herverk gjørt í nátt, har ein VHF-ur millum annað var tikin. Meira um hetta ímorgin.