Søkt verður eftir handverkara at byrja skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið stendur fyri at skula gera stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.
Førleikakrøv
Vit søknast eftir einum handverkara, rørsmiði, maskinsmiði ella elektrikara.
Vit leggja dent, á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.
Arbeiðsuppgávur
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahaldi av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til
Fjarhitafelagið P/F
Stiðjagøta 6
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2017.
Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




