men fær tað at síggja út sum spæl” Millum annað tað, segði Kinna Poulsen, tá hon helt røðu á ferniseringsløtuni á Gamla Seglhúsi í samband við framsýningina hjá Hanna Bjartalíð.
Hanni er klaksvíkingur, men býr í Finlandi. Hansara list er komin víða um í heimi. Júst nú er eitt gott høvi hjá norðoyingum at síggja eina annarleiðis listaframsýning. Sjálvt um Hanni serverar nakað annað fyri okkum enn vit vanliga skilja við málningalist, so kann ein ikki annað enn blíva bergtikin av tí hann torir og megnar. Framsýningin stendur uppi á Gamla Seglhúsi til 10. oktober.
Á ferniseringini helt Kinna Poulsen røðu, ímeðan Rani Nolsøe undirhelt við síni góðu sangrødd og fangandi guitarspæli.
Niðanfyri er røðan hjá Kinnu Poulsen:
Hanni Bjartalíð
Framsýning í Gamla Seglhúsinum Sept 2016.
Kæru áhoyrarar – góði Hanni Bjartalíð
Tað er kanska eitt sindur platt av einum ummælara at tosa um yndislist, tí vit ummælarar eiga í útgangsstøði at vera objektiv. Tað royni eg eisini at hava sum meginreglu, men má mangan ásanna, at hvørki eg ella nakar annar ummælari eru maskinur, vit eru menniskju, sum á onkran hátt eru passionerað í okkara áhuga í listini og passión kann ofta vera subjektiv. Lat meg bara viðganga fyri tykkum her í dag, at síðani eg sá fyrstu serframsýningina hjá Hanna Bjartalíð í Listasavni Føroya í 1996, havi eg verið fjeppari av hansara list. Tað havi eg, tí eg meti Hanna Bjartalíð vera ein sera originalan listamann, hann ger nakað egið og serstakt, sum eingin annar ger – hann arbeiðir hart og seriøst við listini, men fær tað at síggja út sum spæl.
Hanni – vit hava kenst leingi, líka síðani tú vart sonevndur ungur listamaður, eg havi skrivað um teg ofta og eg havi hildið fleiri upplatingarrøður til tínar framsýningar. Men ongantíð her í Klaksvík og tað er av sonnum nakað serligt, tí títt útgangsstøði, tín uppvøkstur og tín føðibýur hevur týdning í mun til hvussu tú arbeiðir og hugsar. Sjálvt um hesi verkini eru gjørd í Helsinki í Finnlandi, so er barndómsupplivingar her í Klaksvík av týdningi fyri verkini, m.a. í tínum uppsamlandi máta at arbeiða uppá, sum kann knýtast tínum áhuga fyri rekalutum og at savna saman ymsar lutir. Fleiri av myndunum her á framsýningini hava heitið Savn.
Listin hjá Hanna Bjartalíð er organisk, villvaksandi og spontan, samstundis sum hon er inntonkt, still og stýrd. Framferðarhátturin tykist fram um alt spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og støðugari tilfarsgransking, og hetta samsvarar væl við altjóða samtíðarlist, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á ta listarligu prosessina.
Verkið “Burned History”, sum Hanni hevði við á Ólavsøkuframsýningini í 1996 bar longu brá av einum í føroyskum listahøpi óvanliga skørpum listasøguligum medviti. Hetta verkið var sett saman av fleiri myrkum málningum við strikutekningum, harav fleiri vóru variatiónir av listasøguligum høvuðsverkum, t.d. sipaði ein tekning beinleiðis til eina kyrrlutamynd hjá Paul Cézanne. Longu tá fingu vit varhugan av, at listin hjá Hanna Bjartalíð var nakað annað enn málningarnir í ekspressionistiska meginrákinum í føroyskari myndlist. Og ofta fór hann beint øvugtan veg og tóktist beinleiðis skíggja alt tað hátíðarliga og stórbæra. Í staðin fyri at lýsa okkara stórfingnu náttúru í stórum verkum fór hann heldur inn um at viðgera tað, sum gekk fyri seg inni, gerandisdagin og heimalívið. Tá eg í einari samrøðu við listamannin í 2001 bað hann nevna listarligar fyrimyndir, segði hann, at honum sum heild dámar betur listakvinnurnar enn menninar, hann nevndi Elinborg Lutzen og Ruth Smith sum dømi og tosaði um, at tær vóru meira kenslubornar og inniligar enn nógvir listamenn.
Listamaðurin mennir seg alla tíðina, men enn er myndamálið til at kenna aftur, tí tað er merkt av einfeldi og spontaniteti, sum eru náttúrligir eginleikar hjá børnum, tá tey tekna. Figurtekningin er einføld, men effektiv – tað er skjótt at lesa av hvat, ið gongur fyri seg í hesum myndaboksunum og relieffunum. Samstundis sum Hanni Bjartalíð leggur dent á flatan, ger hann eisini nógv burtur úr tí rúmliga í myndunum, bæði innihaldsliga og formliga. Myndarúmið kann vera fult av figurum og ofta eru formlig, dekorativ element partar av myndini. Sjálvt um myndamálið er einfalt, er nágreiniligi týdningurin av verkunum hvørki eyðsæddur ella eintýðugur.
Eitt eyðkenni, sum er afturvendandi í verkunum hjá Hanna Bjartalíð og sum vit eisini uppliva her á framsýningini, er avmarkaða støddin. Hanni Bjartalíð hevur sjálvur greitt mær frá einaferð, at honum dámar smá verk, tí tey hava eitthvørt intimt yvir sær og bjóða áskoðaranum at koma nær.
Nógvar framsýningar av føroyskari list eru hetta vikuskifti. Í gjár læt ein fotoframsýning upp í Steinprenti í Havn – har møtti eg Zachariasi Heinesen, sum tit eisini kenna her, hann hevur framsýnt her í Gamla Seglhúsinum. Eg segði honum, at eg skuldi til Klaksvíkar og hann fór at tosa um listina hjá Hanna Bjartalíð, sum honum dámar so væl, tí hon er fjálg og innilig. Hann kendi seg aftur hesum eksistentiellu og humanistisku verkunum. Henda listin snýr seg um okkara tilveru, um lív og deyða og tí er hon æviga aktuel.
Takk fyri
Kinna Poulsen




