Dan Klein, blaðstjóri, skrivar minningarorð um Hans Jacob Debes, professara
Sunnudagin komu boðini um, at Hans Jacob Debes, professari, ikki longur var millum okkara. Hann andaðist sunnumorgunin klokkan 11 aftaná sera drúgva sjúkralegu, 62 ára gamal. Hann hevði skúlaembætisprógv í enskum, søgu og bókmentum og læt hann eftir seg ikki færri enn 12 bøkur.
Eg himprist ikki við at siga, at vit vóru vinmenn. Hann tordi eisini at vísa tað í almennari grein, tá undirritaði varð fongslaður, og seinni í eini hálvthundrað ára føðingardagsheilsan. Kanska ljóðar tað løgið, men í veruleikanum vísti Hans Jacob stórt dirvi við at skriva hesar heilsanir.
Við hesum setti hann seg uttanfyri politisku og almennu skipanina, sum hevði sett sær fyri at kyrra eitthvørt aldubrot, sum royndi at skola mykjuna av klettinum, at avdúka pamparaveldi. Hvørjaferð hetta eydnaðist frøddist Hans Jacob Debes, sum væl visti, at júst hendan áskoðan hansara, hevði sín prís.
Tað var ikki so sjáldan at hann greiddi mær frá, at nú hevði hesin ella hasin sagt honum, at tað var sera óheppið, at hann skrivaði í Oyggjatíðindum, men uppaftur fleiri fegnaðust og høvdu gleði av hansara beinraknu metingum, uttan mun til um hann skrivaði um heimlig viðurskiftir ella hann viðgjørdi heimspolitikkin í blaðnum.
Men tað var júst hendan uppfatan hansara sum gjørdi hann so høgt virdan sum søgufrøðing. Tað var hendan barlast, ið bar hann fram. Hansara lív var at leita eftir sannleikanum við einum opnum sinni og var ikki til fals, hvørki sum privatpersónur og tíansheldur sum søguskrivari.
Hans Jacob Debes var fyri einum sjálvstøðugum Føroyum, ein tjóðveldismaður av tí gamla slagnum. Hann var náttúrligur ráðgevi og persónligur vinur hjá Erlendi Paturssyni og sat eisini á Tingi fyri flokkin, sum tó seinni varð infiltreraður av persónum, sum systematiskt byrjaðu at reinsa út í flokkinum.
Tað mundi ikki følast tjóðveldisflokkinum lætt, at lesa upp telegram frá Hans J. Debes, sum hann sendi inn á Svangaskarð, har flokkurin helt Floksting. Hann gjørdi greitt, at hann ikki longur ynskti at vera limur í flokkinum. Hann grundgav eisini hví, men tað skal eg spara flokkinum fyri at koma nærri inn á her.
Hóast Hans Jacob Debes ikki longur luttók í politiska arbeiðinum, mundi hann vera mettur so mikið vandamikil fyri nýggju maktelituna í flokkinum, at flokkurin beinleiðis stuðlaði myrku kreftunum á Fróðskaparsetrinum at dálka umdømi hansara so mikið, at hann varð rikin á dyr. Debes var sostatt tann fyrsti, sum fekk at smakka kalda knívin í rygginum. Politiska líkrúgvan skuldi tó vísa seg at gerast stór, sum tíðin leið.
Fyrstu ferðina Hans Jacob legði til merkis, at sterkar kreftir vildu honum til lívs, var hann júst vaknaður av skurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum, og vit kunnu siga, at tað var eitt paradoks, at meðan læknin legði knívin, bleiv hin knívurin boraður fastari í ryggin. Men tað var her at fólkakæri professarin byrjaði at ivast í tí góða í menniskjanum.
Men hann skuldi, sum frá leið, fáa fleiri skelkir. Persónar, sum høvdu staðið honum serliga nær, ið hann einaferð kallaði vinir, vendu honum baki. Tað kom til sjóndar tá hann bjóðaði seg fram at skriva tingsøguna. Sum hann sjálvur segði: Tingsøguna hevði hann partvíst longu sjálvur skrivað, og tað, sum aðrir kunnu koma til kann bara gerast kreativar endurtøkur og umskrivingar av hesum arbeiði. Hann slapp ikki at skriva tingsøguna, men hann fekk rætt í sínum metingum, tó at hann viðgekk, at okkurt var at fegnast um í hesum arbeiði. Fyrr var illa.
Allar royndir hansara at koma aftur at skriva søguna hjá føroyingum vórðu køvdar í landsumsitingini, har persónur, Hans Jacob, metti sum vin og hjálpti til doktararitgerð, hevði sett alt inn uppá, at professarin ikki aftur skuldi sleppa inn á slóðina. Hann var sjálvandi væl stuðlaður av nýggju maktelituni í flokkinum.
Ferð eftir ferð fekk hann gylt lyftir frá skiftandi landsstýrismonnum hjá tjóðveldisflokkinum um aftur at fáa tær væl virkandi propellurnar undir føroyska søguskriving í gongd aftur, men aftur og aftur bleiv hann svikin av lyftunum.
Hetta kláraði Hans Jacob Debes als ikki at taka. Menniskjaliga fall hann í fátt. Hann var ein stoltur maður, men er eisini tann einasti, sum hevði nakað at vera stoltur av. Hansara ótrúliga arbeiði fyri føroyskari søguskriving legði ein varðan fyri og annan eftir, og sjálvt um tað mangan var illgongt og tungt, breyt hann seg í gjøgnum fjøll av tilfari, sum var hansara styrki, men paradoksalt nokk, eisini orsøkin til, at hann ikki varð toldur.
Soleiðis gjørdist hansara styrki eisini hansara veikleiki. Hans Jacob hevði, sum søguskrivari fingið alt ov nógv av skafti, so nógv, at fólk vóru farin at spyrja, hvat onnur á Fróðskaparsetrinum gjørdu til nyttu.
Fyri at rættvísgera hesi vantandi úrslit á Fróðskaparsetrinum varð Hans J. Debes lagdur undir tað mest hatsku hatursferðina, eg havi vita um. Og tað sigur ikki so lítið. Eina gamla teldu hevði professarin heima, sum onki virði hevði fyri Fróðskaparsetrið, sum kortini hótti mannin við løgreglu, báli og brandi, útflýggjaði hann ikki hesa telduna. Tað var ikki nokk fyri hesar støddir at taka livibreyðið úr munninum á manninum. Hann skuldi heldur ikki hava møguleikar at skriva.
Hetta vísir bara hvussu djúpt hatri til mannin var av teirri einastu orsøk, at hann snøgt sagt fekk ov nógv av skafti, varð virdur sum lærari, søgurskrivari og ikki minst sum menniskja, ið als ikki sjálvur kundi funnið uppá at gjørt øðrum mein. Tað lá bara ikki til mannin, sum tó skuldi sanna, at heimurin var skrúvaður øðrvísi saman, at tað kostaði at hava vinir, sum í veruleikanum ikki vóru annað enn svíkar og opportunistar, sum høvdu hongt seg uppí mannin, sum mangan varð missbrúktur at tæna øðrum og síðani tveittur burtur.
Tó eydnaðist tað ongantíð at bróta moralska og etiska ryggin á manninum, sum líka til hann doyði, helt fast um moralsku og etisku virðini, sum høvdu borið hann so langt á lívsleiðini. Men beiskleikin darvaði honum nógv, sum eisini kom til sjóndar í nøkrum av tí, hann skrivaði seinastu árini. At hetta so eisini gekk út yvir heilsuna var eyðsýnt.
Hans Jacob Debes var sera gløggur var væl inni í øllum lívsins viðurskiftum, og var ongantíð bangin fyri at hava eina meining, sjálvt um hann visti, at tað kundi koma at kosta honum dýrt.
At professarin júst valdi at skriva í Oyggjatíðindum, var ikki bara tí, at vit báðir vóru vinmenn, men eisini tí, at blaðið hevði eina linju, sum hann tók fult undir við, tó at hann ikki var bangin fyri at viðganga, at linjan kundi vera bæði hørð og til tíðir óstortslig.
Tað var heilt týðuligt, at Hans Jacob Debes fyrst og fremst var humanistur. Hann hevði eitt stórt hjarta fyri teimum, sum á einhvønn hátt vóru fyri órætti og viðgekk blankt, at hann var sannførdur sosialistur.
At Hans Jacob var fyri víðkaðum skrivifrælsi, var fyri mær eingin sum helst ivi um.
Datt av tilvild nú ein dagin niður á greinina, professarin skrivaði til mín á fimti ára degnum. Her vísir hann á, hvønn týdning skrivifrælsi hevði fyri seg persónliga. Hann grundgav djúpt fyri sínum sjónarmiðum.
Hans J. Debes skrivaði m.a. soleiðis:
– Føroysk blaðskriving kom eisini burtur úr teirri europeisku vinstrarørsluni. Niels Winther keypti í 1852 ta fyrstu prentmaskinuna í 1852 og prentaði við henni Færingetidende, tó bara 8 bløð. Hesin radikali demokratur varð dømdur í stóra bót fyri at hava skrivað, at skrárulluni í Kongliga Handli vóru so turr og sterk, at tey vóru best egnað at heingja "en velmæsket kongelig handelsforvalter i". Tá gavst hann og fór av landinum, skrivaði professarin.
– Men politikkur kom eisini til Føroya og eisini áhugin fyri politiskari og almennari upplýsing. Í 1877 stovnaðu upplýstir føroyingar blaðið Dimmalætting, sum V.U. Hammershaimb gav navn. Tað kom regluliga út frá 1878, og var opið fyri øllum sjónarmiðum. Tó fór at treingjast, tá ið vinstrarørslan og tjóðskaparrørslan fóru at mennast í Føroyum.
Nýggjársdag 1901 kom nýtt blað út í Føroyum. Blaðstjóri var hin ungi Christen Holm-Isaksen, vanliga nevndur Kristin í Geil. Hóast ungur var hann væl heima í aleuropeiskum vinstrapolitikki og í socialismuni, sum var um at skapa eitt nýtt Europa, kanska eisini einar nýggjar Føroyar.
– Tað vóru høg mál, hin ungi blaðstjórin á Tingakrossi setti sær henda fyrsta nýggjársdag í teirri nýggju øldini. Um blaðsins "hensigt og mål" skrivar hann, at ætlanin ikki bara er at gera vart við "ønsker og mål, der rejser sig mand og mand imellem, om gærende harme og misfornøjelse, om uret, der øves, og nød, der lides, men også om glæde og håb over sejrende retfærd og frisind og stigende fremskridt over alt det, som giver livet skønhed og værd… vor tids samfund er ikke stillestående. Det befinder sig i stadig vækst, og i dets skød avles nye kræfter, der bereder sig til at sprænge de gamle forhold."
– Júst hetta, at til ber at broyta tað, sum ikki er sum tað skal, hevur verið dreymurin og vónin hjá so nógvum. Við hvørt eydnaðist tað, oftari ikki. Men móttøkan var ójøvn. Av prædikastólinum í Havnar kirkju bað ein prestur kirkjulið sítt taka ímóti Tingakrossi við klova, skrivaði Hans Jacob, men vísti á, at føðingardagsgreinin var eingin blaðsøga, heldur ikki ein meting av føroyskum bløðum. Føroya Social-Demokrat skuldi halda fram á somu leið við Føroya bestu pennum. Veikleiki hansara var helst, at hann bant seg ov fast at donskum politikki. Fjúrtandi September gekk somu leið. Tað var eisini ógudiligt at halda og lesa hann, tí at hann nam við ting og lutir, sum eingin talaði um, og sum ikki máttu nevnast.
Til ber til at siga, at Oyggjatíðindi hava lyft henda radikala arv. At taka upp á seg at bera ein sovorðnan arv longur fram á vegin kostar og krevur, bæði til likams og sálar. Har skal styrki og megi til – ikki minst til at taka óløgi og brotasjógvar.
Tó, vitanin um og trúgvin á at vera í góðari tænastu má stimbra, tá ringast er. At rósa og at lasta geva lítla meining, helt Hans Jacob: – Størri týdning helt hann tað hava, at tora at vera og staðfesti, at hvør fuglur letur við sínum nevi.
– Tað besta er tó, at eitt blað sum Oyggjatíðindi er til. Og eingi Oyggjatíðindi eru til uttan ein blaðstjóra, sum heldur seg til og torir at skoða tað føroyska samfelagið í nógvum litum og frábrigdum. Og so ikki minst at rinda tað, sum tað kostar, bæði so og so.
Blaðstjórin á Oyggjatíðindum, Dan Klein, hevur bæði viljað og torað – og bøtt. Tað ber til, soleiðis optiskt-socialt at hyggja bæði inn um og út um rimar. Tað kann eisini gera spektrið meira fjølbroytt, helt professarin, sum endaði við at siga:
Tað er gott, at onkur vil halda ta radikalu linjuna, so at tað samfelagsliga medvitið ikki køvist og kódnar ella keðir seg sjálvt til deyðis.
Sjálvur hevði Hans Jacob Debes eitt nógv størri dirvi enn hann tilleggur mær í hasi heilsanini. Og eg tori tann pástandin, at ongin í hesum landinum kom ella kemur hesum manni til kníggja tá umræður at fáa ein tekst at sita. Hann hevði og hevur enn ein stóran lesaraskara. Bøkur hansara eru eisini náttúrligur partur av undirvísingini í hægru skúlunum. Tað hevur so ongin enn torað at nomið við.
Hans Jacob Debes skrivaði meistarliga sínar tekstir eftir evni, hann viðgjørdi. Hann hevði eitt ótrúligt máloyra, sum gjørdi, at alt, sum hann skrivaði, var sum væl skrivaðar symfoniir, og kundi hann so sanniliga eisini vera ironiskur, speiskur og so sera stuttligur.
Í hesum døgum verður so øgiliga nógv tosað um eina fjølmiðlaábyrgdarlóg. Í hesum sambandinum er tað kanska áhugavert at vita hvørjar tankar Hans J. Debes hevði gjørt sær í hesum sambandi. Hann skrivaði soleiðis fyri nøkrum árum síðani grein, hann nevndi Teir etisku:
Í Oyggjatíðindum 22. november stendur ein grein um, at maðurin við Føroya størsta og víðasta hatti, um tað so er EL fra SEV ella ikki, krevur at fáa lóggávu fyri, at politikarar skulu vera vardir av einum etiskum ráði. Maður kann sum kunnugt fara í luftina í harðveðri undir ov stórum hatti, serliga tá ið skuggin gapar for nógvar tummar út frá oyrunum.
Tá ið vit skrivaðu veðurtíðindini í Útvarpinum fyrr í tíðini, tóku vit ofta eftir Álmanakkanum. Har var onkur vindmegi, sum var definerað við, at "maður má halda hattinum". Gamalt var at siga, at hvør maður var maður fyri sín hatt. Men tá vóru hattarnir ikki so stórir sum hjá
Hvat er ætlanin við hesum uppskoti um skerjing av pressufrælsinum, institutionaliserað av einum socialdemokratiskum etiskum ráð. Eru ikki allir føroyingar líka etiskir sum teir?
Ella er tað panikkurin í Javnaðarflokkinum, sum motiverar sovorðnar etiskst-moralskar frustratíónir í Norðurstreymoy við linju suður til Kirkevalararnar.
Hvønn juridiskan kapacitet hevur eitt sjálvgjørt og sjálvuppfunnið "etiskt ráð"? Eitt "etiskt ráð" kann einki juridiskt virði hava, heldur ikki sum politiskt organ móti Dan Klein. At seta eitt "etiskt ráð" av hevnisjúkum býttlingum er so langt av allari demokratiskari leið, at tað er uttan fyri allar mentalar periferiir. Men kanska skal einki mentalt vera uppií. Tað hevði sjálvandi verið best.
Vónandi kemur einki burtur úr hesum moralska javnaðarflippinum. Teir har munnu hava ivaleyst at gera við sín egna etikk. Etiskar fløkjur eru ikki so ringar at rekja – við og uttan lóg. Hvat í Verðini veljarar í Norðurstreymoy skulu brúka slíka lóggávu til er ilt at skilja. Tjørnuvíkingar og Víkarmenn hava so ikki brúk fyri henni, meðan teir syngja sínar Kingo-sálmar við frøi.
So, etikkurin má vera har, sum hann er – hattleysur ella ikki. Tað hevði eisini borið til at leita í onkrum gomlum Álmanakka at sanka sær vísdóm um hattafrøði. Ella spurt onkran í Hattarvík.
Og so kunnu heimsins Strømarar fara í luftina við ella uttan hatt. Jørundur Hattamakari kundi tó helst havt konstruerað eitt sterkari veðurinstrument til at skrúva upp á heysin, hjá tí har, sum tómt er innanfyri.
Tað er tó hent at hava okkurt uppiá, so at ikki fer at sjóða for illa í heilanum.
Jú, eisini Hans Jacob var maður fyri sín hatt ein snillingur í góðum og rámandi tekstum. Eitt unikum, ein bjargamaður og hetja, sum ikki hevur sín líka her á klettunum. Fyri hann var mentanin og søgan, ryggurin í samfelagnum, ein kelda, sum eftir hansara fatan var ein deyðssynd ikki at oysa burturúr, royngja ella bara at tiga um.
Hans Jacob Debes var ættaður frá Gjógv og hevði stóran tokka til heimbygdina og fólki har, sum heilt víst byrtu uppundir drongin at ganga ta leiðuna, hann valdi sær. Hann fekk um endan á slupptíðuni, tá hann, sum ungur stoltur maður fór til skips við Aage Nybo, sum skipara, undir fullum seglum, sum førdi hann víðari á longu lívsleiðina, sum bæði var spennandi, tung, strævin og nú móti endanum so sera beisk. Seglini vórðu skrædd niður av illviljaðum fólki, hóast orkan var til tað, skuldi vindurin ongantíð aftur nema hesi seglini hjá manninum, sum ríkaði tjóðina; hann fann slóðina.
Hans Jacob Debes er okkara Columbus. Hvørki meira ella minni.
Hans Jacob Debes hevði fleiri vinfólk, men skal eg ikki nevna øll her, men ein er, sum eg ikki kann lata vera við at nevna og tað er vinmaðurin, Páll úr Vestmanna, sum ótroyttiliga hugdi til, stuðlaði og var um vinmannin tá harðast leikaði á. Og stóra tøkk skal hann hava fyri tað.
Vit, sum eftir sita við sakninum um ein góðan vinmann, pápa, abba og beiggja, kunnu ugga okkum við, at Hans Jacob legði so nógv eftir seg, nakað, eingin kann taka frá honum. Hann er farin frá okkum, men hann gav tjóðini nýtt lív eina framtíð at byggja víðari á. Ein tjóð, sum ikki kennir fortíðina fer blind inn í framtíðina.. Hans Jacob gav okkum sjónina.
Við hesum lýsa vit frið yvir minni um Hans Jacob Debes, professara.
Dan Klein, blaðstjóri




