Í morgin, fríggjadagin 28. mai hevur Hans Andrias Johannesen tikið sær av allari líkkoyring í Klaksvík í 35 ár. Ikki bert sjálvari koyringini hevur hann tikið sær av, men hann hevur eisini fyrimyndarliga røktað líkbilarnar hjá Klaksvíkar Kommunu.
Tá Hans Andrias Johannesen tók við koyringini í sambandi við jarðarferðir eftir áheitan frá býráðnum seinast í sekstiárunum, hevði Frimann Baldvinsson, eitt stutt skiftið røkt hesa koyring. Býráðið vildi tá hava koyringina í eina meira fasta skipan, og tað bleiv tí Hans Andrias Johannesen, ið fekk koyringina og hann koyrdi sín fyrsta túr 28. mai við líkbilinum og tað var Frederikka Bjørgheim, fødd Heinesen, ið tá fór til gravar.
Hans Andrias hevur sostatt 35 ára starvsdag í morgin fríggjadagin 28. mai.
Vit fara her at ynskja honum tillukku við trúgvu tænastu síni.




