Fólkakærur fólkasangari, sum hevur spælt til gaman og álvara. Fyri meira enn fjøruti árum síðani sat hann her á posthúsjørninum og spældi og sang fyri fólki. Ungur og framfýsin við sínum trúgva fylgisneyta, gittarini, og við eini rødd, sum vaks seg stóra og sterka. Hann ferðaðist her í lokaløkinum, fór á flog – og fór á ferð úr býnum, segði borgarstjórin í røðu á Posthúsinum nýggjársaftan

RØÐAN JÓGVAN SKORHEIM, BORGARSTJÓRI, HELT Á POSTHÚSINUM NÝGGJÁRSAFTAN:
Gott kvøld, øll somul – bæði tit, ið eru savnað her á Posthúshorninum í Klaksvík, og tit kring landið, sum eru við til hesa løtu umvegis sjónvarpið. Hiðani ynskja vit okkara bygdafólki og landsmonnum eitt av Harranum signað nýggjár. Okkara tankar leita eisini til tykkara, sum í hesum døgum upplivað eina tunga og krevjandi tíð.
Vit eru í kvøld stødd mitt í Klaksvík. Her í Vági krossaðust gøturnar til teir gomlu býlingarnar – norður á Biskupstø, út í Klaksvík, niðan í Gerðar og niðan í Uppsalar. Krossvegurin hevur verið eitt knútapunkt í býnum, og við krossvegir kunnu vit uppliva, hvussu tíðin broytir, bjóðar av og skapar nýggjar møguleikar. Krossvegir noyða okkum eisini at velja, og tá ið tíðin hevur bjóðað okkum føroyingum av, hevur valið altíð verið møguleikarnir fram um forðingarnar. Her á tí føroyska gøtuhorninum – Posthúsjørninum – hava vit upplivað, hvussu vit fóru frá feudalum bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, og hvussu vit nú – tá ið krossvegurin gjørdist rundkoyring – taka nýggjar tættir við tøkni og upplivingum til okkum.
Posthúsið skal endurskapast til modernaðan mentanardepil, bøirnir um hornið verða nú eisini brúktir til stóran tónleikafestival, og sum vit standa her við gamla krossvegin, kunnu vit hava allan heimin í lummanum.
Vit vita eisini, at fyri 70 árum síðani var ein bumba tveitt yvir hendan býlingin, og í Gamla kirkjugarði, sum liggur her í Vági, minnast vit tey mongu, ið vit hava mist – eisini á sjónum. Tað er við virðing fyri fortíðini og farnum ættarliðum, at vit líta frameftir og møta nýggju tíðini sum einstaklingar og samfelag – eitt føroyskt samfelag.
Samstundis sum vit í kvøld markera ársskiftið og seta kós inn í eitt nýtt ár, leita vit eisini leita aftur á gamlar leiðir og viðurkenna farnar tíðir við tónleiki og undirhaldi her á Posthúsjørninum.
Fólkakærur fólkasangari, sum hevur spælt til gaman og álvara. Fyri meira enn fjøruti árum síðani sat hann her á posthúsjørninum og spældi og sang fyri fólki. Ungur og framfýsin við sínum trúgva fylgisneyta, gittarini, og við eini rødd, sum vaks seg stóra og sterka. Hann ferðaðist her í lokaløkinum, fór á flog – og fór á ferð úr býnum, segði borgarstjórin í røðu á Posthúsinum nýggjársaftan
RØÐAN:
Ein av teimum, sum hevur sett dám á hetta umhvørvið, er ein tónleikari, sum nú er blivin føroysk fólkaogn. Fólkakærur fólkasangari, sum hevur spælt til gaman og álvara. Fyri meira enn fjøruti árum síðani sat hann her á posthúsjørninum og spældi og sang fyri fólki. Ungur og framfýsin við sínum trúgva fylgisneyta, gittarini, og við eini rødd, sum vaks seg stóra og sterka. Hann ferðaðist her í lokaløkinum, fór á flog – og fór á ferð úr býnum.
Í vaksnum aldri, tá ið hann fór at geva tónleik út, tóku føroyingar hann av álvara til sín, og síðani miðskeiðis í áttatiárunum, hava vit øll verið trúgvir fylgisneytar hjá honum og hansara tónleiki. Hann hevur tulkað stórar yrkjarar og skapt tónleik, sum eingin annar kann – ikki minst eftir at hann fór í ferðalag við samsintan yrkjara sunnan úr Sumba. Røddin er eitt eyðkenni, men treystar tulkingar, framúr framførslur og eitt tíðarleyst trúfesti ímóti tónleikinum og tekstunum gera, at hann telist millum okkara stóru listarfólk.
Hann livir listina – hann er sín heilt egni – og hann er framvegis viðkomandi og aktuellur. Tey ungu flokkast framvegis um hann, og hann er boðin innar í fínastu mentanardeplar at spæla. Í kvøld bjóða vit honum vælkomnum heimaftur. Heim á Posthúsjørnið, her tað onkursvegna byrjaði. Og her vit kunnu vissa hann um, at tá ið hann um eina løtu fer at spæla nakrar sangir, fer eingin at reka hann burtur hiðani.
Vit lata í kvøld á fyrsta sinni nýggja listavirðisløn til listafólk úr lokaløkinum, ið hevur avrikið nakað serstakt. Og nú vit lata hesa virðisløn, kunnu vit bara staðfest, at á fold er bert ein Hanus G. Johansen!
Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2013 verður latin Hanusi Gerdum Johansen.