Í dag kl. 16 letur Hanna Dalsenni upp listaframsýning í Snarskivuni
Í gamla posthúsinum í miðbýnum í Havn húsast Snarskivan, kundadiskurin hjá Tórshavnar kommunu, og avgreiðslan hjá Postverki Føroya.
Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu skipar regluliga fyri listaframsýningum í hugnaligu og ljósu forhøllini, og komandi dagarnar verða tað akrylmálningar hjá Hannu Dalsenni, sum fara at prýða hvítmálaðu veggirnar í forhøllini.
Hanna Dalsenni, ið er ættað úr Klaksvík, er sjálvlærd listakvinna. Hon byrjaði at mála fyri nøkrum árum síðani, eftir at hava gingið í kvøldskúla í Klaksvík hjá kenda listamanninum Archibald Blak. Hon hevur í heimbýnum havt framsýning í gomlu handilshúsunum Leikalund og í hølunum hjá Norðoya Sparikassa. Norðoyingar og norðoyastevnugestir hava eisini havt høvi at sæð hennara málningar á árligu listaframsýningini á summarstevnuni í Klaksvík.
Á framsýningini í Snarskivuni eru akrylmálningar at síggja, sum Hanna hevur málað og teknað seinastu árini. Flestu myndevnini eru úr Klaksvík og vøkru bygdunum og stórbæru náttúruni í Norðoyggjum. Allir málningarnir eru til sølu.
Framsýningin heldur fram til fríggjadagin 28. mai, og høvi er at síggja listaverkini, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag – fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18.
kelda: www.torshavn.fo




