Soleiðis svaraði Hanna Jensen tá vit spurdu hana um hon fer at taka undir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum seinni í kvøld
Framsóknarkvinnurnar Hanna Jensen og Ruth Vang hava verið lítið álvuligar við menningarkvoturnar í fiskivinnunýskipanini.
Hanna Jensen stóð á røðaralistanum, men hon hevur tikið seg av listanum.
Tá vit spurdu hana um hon fór at taka undir við fiskivinnunýskipanini segði hon stutt at hon onki svar hevði til Norðlýsið.



