Hans á Bakka á Sjómannadegnum
Um 11-tíðina leygarmorgunin legði eitt tekniskt vidundur av einum brunnbáti, Hans á Bakka at bryggju á vestursíðuni í Klaksvík – beint niðanfyri høvuðspallin til Sjómannadagin.
Brunnbáturin, sum stevndi inn á Klaksvík í kjalarvørrinum á træseglskipunum, er uppkallaður eftir Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans á Bakka, ið saman við bróðrinum, Roland Jacobsen, stovnaði fyritøkuni í 1968. Teir høvdu opið skip umborð fyri almenninginum millum kl. 11 og 16, har hópin av fólk vitjaði umborð.
Kokkurin á Muntra, Poul Rustin var kokkur umborð henda túrin. Hann borðreiddi við eini av sínum mongu góðu fiskusuppum, har m.a. laksur var ein av bótarvørunum. Eisini vóru aðrir brellbitar við m.a. laksaúrdráttum. Tá ið riggað varð av at fara avstað aftur av Klaksvík seinnapartin, metti Poul, at um 2500 fólk høvdu verið umborð at síggja hetta snotiliga farið.
Hans á Bakka er 76 metrar til longdar og 16 metrar breiður. Tí kann skrokkurin sammetast við Christian í Grótinum ella Fagraklett. Skipasmiðjan, Tersan í Turkaland hevur smíðað nýggja brunnbátin hjá Bakkafrost.
Hans á Bakka, telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur sum t.d. avlúsing. Við hesum brunnbáti verður økt munandi um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin m.a við sera framkomnum filturskipanum.
Sjálvandi var Regin Jacobsen, stjóri eisini við á ferðini at vitja á Sjómannadegnum í Klaksvík og nýttu vit høvið at handa honum eina av teimum fyrstu smáu kópanununum, sum vórðu gjørdar á LookNorth henda sama dagin. Regin takkaði hjartaliga fyri og metti, at tað var bragd at reisa kópakonuna í Mikladali, eins og hesin lítli príðis- ella minnisluturin av kópakonuni var eitt skilagott íkast til ferðavinnuna.




