Í kvøld var framløga á Klaksvíkar Bókasavni, har tey máttu finna fleiri stólar fram, so nógv fólk vóru komin at lýða á.
Torradagar í Klaksvík – Hans Andrias fylti alt Bókasavnið, tá ið hann hugtakandi greiddi frá Tingstøðum norðoyinga á Køtlunum og niðri í Vági.
Greitt varð frá fornu heimatingstøðum sum kanska kunnu tíðarsestart til o.u. ár 900-1500. Søguliga kendu støðini eru í Norðoyggjum á Køtlum omanfyri Árnafjørð, í Eysturoy, Tingfløtan oman fyri Gøtuvík og við Stevnuválur millum Fjarða, í Streymoy á Kjalnesi, í Vágum á Giljanesi ella á Ryggi, í Sandoy í Trøðum og í Suðuroy Uppi millum Stovur, við Øravík.
Upprunaliga vóru 36 løgrættumenn, sum í 1688 hækkar til 48 løgrættumenn – Skipanin var, at Løgtingið var yvirrættur í Tórshavn, 36 løgrættumenn (6×6) seinni 48 løgrættumenn frá 1688 (6×8).
Løgmaður dømdi, meðan fútin var ákæri.
Tað er ikki nógv skjalfest tilfar um dómar á Køtlunum, einans søguligar frásagnir. Í 1600 talinum eru dómar feldir í Vági, sum kunnu síggjast í tingbókunum eftir 1614.
Hans Andrias greiddi frá sýslumansskipanini, sum er frá 1200-talinum og er hon eins og við sorinskrivara eftir norskari fyrimynd.
Sámal Petersen hevur í síni tíð kannað, hvussu Katlarnir hava verið skipanir og hvør hevur sitið hvar, brotsmaður, fútin, sýslumaður, løgmaður, skrivari og onnur. Henda tekning er eisini endurgivin í onkrum av bókunum hjá Símun Hansen.
Í 1896 hava tingstaðirnir kring um í landinum verið niðurlagdir – eisini tann í Vági. Klaksvík var tá at kalla fýra bygdir – tað er sum sagt ikki neyvt, nær tingið er flutt oman í Vág. Hetta tí tingbøkurna ikki rættiliga siga frá tí – tær taka ov seint við.
Vanligt var at tinglesa lógir á timum ymsu tingstøðunum, sum vóru sett í gildi á tingi ella Fólkatingi – Hetta fyri at lógir kundu fáa heimildir í Føroyum – setast í gyldi í Føroyum. Eftir 1898 verða lógir tinglýstar á Dimmalætting.
Hans Andrias greiddi frá nøkrum dómum, sum sagdir eru. Tann eini, sum er í tí fyrsta varðveitta fútaroknskapinum, um Jákup Eyðunsson í Svínoy.
Í 1584 sæst tann fyrsti skjalprógvaði deyðadómurin í Føroyum. Svínoyingurin Jákup Eyðunsson varð dømdur til deyða í 1583 fyri blóðskemd. Dómurin varð kanska feldur á Køtlum. Tað, sum stendur í fútaroknskapinum, er alt, sum vit vita um deyðadómin. »Endnu, som blev forbrudt, som Jacob Eudensen tilhørte, for den Kjettersag, hann bedrevet havde, som han blev rettet for, og ligger aa Thofftum«.
Dómurin er nevndur í fútaroknskapinum, tí Jákup Eyðunsson átti jørð á Norðtoftum, sum við deyðadóminum fór undir kong. Ketteri kundi tá eisini merkja siðamisbrot.
Páll Fangi (Jóhannesen) er í 1653 dømdur á Norðoya vártingi at missa alla ong sína, tí hann hevði átt barn saman við trímenninginum, Siggu Torbergsdóttir og eisini var hann dømdur at fara av landinum. Hann fór tó ikki av landinum.
Sigga skuldsetir í 1656 Páll Fanga fyri at hava dripið pápa sín.
Í september 1657 varð Páll á løgtingi dømdur fyri gand, trýfalda flýggjan og stuldur. Fyri hetta varð hann dømdur at fara niður á Bremarhólm at arbeiða, meðan Sigga samstundis varð dømd fyri at hava átt barn við øðrum manni.
Frá 1615 – 1734 eru 20 deyðadómar feldir, har 14 eru framdir. Í 1706 er síðsti deyðadómur framdur.
Seinasti feldi deyðadómurin í Føroyum er frá 1846, men sum tó ikki bleiv framdur.
Summir dómar eru feldir í Danmark og er í onkrum føri appeleraðir/kærdir – komnir aftur til Føroyar við áheitan um at taka dómin til nýggja viðgerð, sum so er gjørt; men í onkrum førum eru teir viðgjørdir aftur í Føroyum við sama útfalli.
Jú, áhugavert var á líða á og gekk prátið lystiliga aftur við kaffinum eftir áhugavedru framløguna.





























