Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias á G!

Danial Viðoy

G! avdúkar í dag, at inniligi amerikana-íblásti sangarin og sangskrivarin og klaksvíkingurin Hans Andrias verður á G! skránni í ár.

G! avdúkar í dag, at inniligi amerikana-íblásti sangarin og sangskrivarin og klaksvíkingurin Hans Andrias verður á G! skránni í ár.

Hetta upplýsir G! festivalurin og skrivar víðari:

Við lagnum Dont Want to Burn fekk Hans Andrias sítt gjøgnumbrot í føroyskum útvarpi. Gittarleikarin í Grandma´s Basement vísti seg ikki bara at vera ein góður sangskrivari, men eisini góður sangari.

Í 2012 fekk hann heiðurslønina ‘Ársins nýggi einstaklingur’ á Planet Awards, og hann hevur síðan spælt Føroyar tunt til eitt nú Nirvanakvøld í leiklutinum, sum tann føroyski Kurt Cobain og til Paul McCartney heiðurskonsertirnar í Norðurlandahúsinum og Spaniastovu.

Framførslur í Tøting, í Losjuni og á Summarfestivalinum, hava víst, at hetta er ein sera spennandi sangari og sangskrivari.

Tónleikurin hjá Hans Andrias er inniligur americana fólkarokkur, og fyrsta staklagið av komandi útgávuni Hell Hounds leiðir tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

Fløgan er á veg, og verður innspæld í Studio Bloch og Bunkaranum, og vit frøðast um at kunna kunngera, at Hans Andrias fyri fyrstu kemur á G! pall.