Fleiri ferðir – fyri at flyta fokus – hevur hann nevnt, at eg komi við “illgitingum og ósakligum tilsipingum”, sum er heilt burturvið. Eg havi einans viðgjørt skrivaða orðið í serligum broti
Jógvan við Keldu:
Fleiri ferðir – fyri at flyta fokus – hevur hann nevnt, at eg komi við “illgitingum og ósakligum tilsipingum”, sum er heilt burturvið. Eg havi einans viðgjørt skrivaða orðið í serligum broti
Seinasta aftursvarið av trimum hjá Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, til mínar tríggjar greinar í január mánaði við yvirskriftini, “Tað er munur á monnum”, vísir, at hann roynir at fløkja einfalt mál, har mín fyrsta grein hevði yvirskriftina: “Tá søgufrøðingur brúkar ódokumenteraðar leikmannakeldur”.
Greinir hansara hava ikki sannført meg um annað, enn tað eg helt, staðfestingin er tíverri bara styrknað.
At “…..det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”, er sera ljótt álop á samkomuna í Betesda, Kjølbro og fjøld av fólki. Hetta varð skrivað av leikmanni í 1960 uttan próvførslu, og sum søgufrøðingurin – enn uttan skugga av prógvi – hevur kent trongd til at brúka í síni undirbygging av søguskriving. Hetta fer at liva í hansara “søgubókum”.
Altíð neyðugt at kanna
Fleiri ferðir – fyri at flyta fokus – hevur hann nevnt, at eg komi við “illgitingum og ósakligum tilsipingum” , sum er heilt burturvið.
Ein og hvør søgufrøðingur eigur undir øllum umstøðum at kanna, fyri at kenna sannleika- og próvvirðið. Hesa viðgerðina hevur hann lopið um.
Týðiligt er, hvat hann vil, tá hann sigur, at eg leggi á “trúgvandi, mentaðan, djarvan og nú fullkomiliga verjuleysan klaksvíking”. Lat meg her gera honum púra greitt, at eg havi bara viðgjørt tað, sum er skrivað. Hvat Josias Matras, Hans Andrias Sølvará ella Jógvan við Keldu eru, er fyri sovítt óvikomandi í kjakinum um hetta álvarsama málið. Tað snýr seg um skrivaða orðið. – At “munur er á monnum” er ikki nakað nýbrot. Her kunnu vit sjálvandi vera púra samdir. Meiri er ikki í tí!
Áhugaverda dømið
úr “Norsk Oliehistorie”
Trongdin til at blása nýtt lív – uttan prógv – í hetta uppáhald bæði í fyrilestrum ymsastaðni í landinum og í útvarpi, og vanligum útvarpspráti, er ikki nóg gott hjá søguskrivara uttan at hetta verður gjølla kannað og er skottrygt. Haldi ikki, at hann veruliga sær álvarsemið í hesi grundgeving síni.
Sum eg segði í míni fyrstu grein: “At eitt og annað verður skeiklað søguliga, er ikki óvanligt, men tá tað “frøðiliga” beinleiðis verður endurgivið sum partur av misfatan ella kanska einum subjektiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp, eigur at verða rópt varskó”.
Áhugavert kann vera eitt nú at vísa á einfalda, men sera vælkenda, dømi um oljumarknaðaravtaluna millum Danmark og Noreg, sum so einfalt og óhøviskt var uppsett av søgufrøðingi enntá í bókini “Norsk Oliehistorie” ímóti Per Hækkerup, uttanríkisráðharra, og sum sjálvandi gleið so sera væl niður hjá fólki. Aftaná hevur hetta tó verið betri kannað, og júst hetta dømið hevur víst, og er eitt skúladømi um, hvussu vandamikið tað er, ikki at fara í dýpdina. Hetta er bert eitt dømi av so mongum. – Tað verur ikki so lætt “at skáka sær undan”!
Havi enn ikki viðgjørt yvirhøvur, hvør fekk arbeiði frá hvørjum, sum eg ætli at koma til seinni, um lív og heilsa gevst.




