Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias takkar fyri seg eftir 40 ár í starvinum

John William Joensen

Hósdagin 28. mai skipaði kommunan fyri móttøku fyri Hans Andriasi Johannesen, í sambandi við at hann nú leggur frá sær eftir at hava røkt líkvogna-tænastu kommununnar í heili 40 ár.

Hósdagurin 28. mai 2009 var sjálvur 40 ára starvsdagurin hjá Hans Andriasi, tí hansara fyrsti arbeiðsdagur var júst 28. mai 1969. Tað var tí ógvuliga hóskandi, at júst hesin dagurin varð valdur at heiðra Hans Andriasi við móttøku, sum var í snotuligu hølunum hjá Klaksvíkar Sløkkiliði. Familjan var væl umboðað til hesa hátíðarløtuna, har eisini fólk, sum hava samstarvað við Hans Andrias vóru við. Eitt nú umboð fyri kirkjuna, samkomuumboð og starvsfelagar hjá Hans Andriasi. Eftir at býráðsskrivarin hevði boðið vælkomið og greitt frá skránni, helt Gunvá við Keldu, borgarstjóri, eina røðu, har hon vegna býráðið takkaði Hans Andriasi fyri drúgva og trúgva tænastu. Eftir hetta var ábit, har fólk fingu høvi at heilsa upp á Hans Andrias. Høvi varð eisini givið til at bera fram heilsanir, og bóru Niels Pauli Danielsen og Andras Joensen fram nøkur góð orð til Hans Andrias.

Umleið 1300 jarðarferðir
Í takkarrøðu síni segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, millum annað, at Hans Andrias hevur røkt hetta starvið framúr væl í øll hesi 40 ár
– Trúfastur, stillur, einki gart, men tryggur og róligur. Soleiðis kenna vit Hans Andrias sum persón í hesum starvi. 

Eisini kom borgarstjórin inn á, hvussu tiltikið væl Hans Andrias hevur røkt líkbilar kommununnar, sum harvið hava verið ein fyrimynd á hesum øki.
Ein spurningur, sum fleiri hava sett hesar seinastu dagarnar, er, hvussu nógvar jarðarferðir Hans Andrias samanlagt hevur tikið sær av. 

– Hesi 40 árini, sum Hans Andrias hevur røkt líkvognakoyringina, hava samanlagt 1299 jarðarferðir verið her í sóknini! 

– Men talið av jarðarferðum, sum Hans Andrias hevur tikið sær av, er helst hægri enn hetta, tí aftur at hesum kemur tað, sum hann hevur koyrt uttan fyri sóknina, og so skulu vit sjálvandi draga eitt sindur frá, tí sjálvsagt hevur hann av og á havt avloysarar, men hevur hetta verið sjáldan, greiddi borgarstjórin frá.

Virkin á fleiri
samfelagsøkjum
Borgarstjórin kom eisini inn á, at Hans Andrias er maður, sum hevur áhuga í samfelagsviðurskiftum, og hann hevur eisini verið alment virkin á fleiri økjum, harav fylgjandi innan tað kommunala økið: 

– Hans Andrias varð valdur inn í býráðið í 1966, og var hann býráðslimur frá 1967 til 1970. 

– Sambært upplýsingum í Kirkjugarðsnevndarbókunum var Hans Andrias limur í Kirkjugarðs-nevndini í 27 ár. 

– Hans Andrias hevur í tríggjar býráðssetur verið limur í Barnaverndini, harav eina setu sum formaður. 

– Frá 1956 til 1968 var Hans Andrias sløkkiliðsmaður, og eisini her var hann formaður í nøkur ár, At enda takkaði borgarstjórin, vegna býráðið, Hans Andriasi Johannesen fyri sera drúgva, trúgva, ábyrgdarfulla og væl úr hondum greidda tænastu sum líkvognaførari hjá Klaksvíkar Kommunu.