Hans Arne Berholdsen, fyrrverandi formaður í ferðslunevndini hjá Kl. Býráð, greiðir nú fyri fyrstu ferð frá – hví hann legði frá sær.
Kunning í samband við at eg segði meg úr starvið sum formann í ferðslunevndini.
Í samband við at eg segði meg frá sum formann í ferðslunevndini hava fleiri borgarar spurt meg hví eg havi tikið eina slíka avgerð. Og serliga aftaná at borgarstjórin var í Útvarpi Føroya og greiddi fólki frá at hann ikki skilti avgerðina hjá undirritaða, og meinti at eg kundi koyrt meira undir umsitingina fyri at fingið málini hjá ferðslunevndini framd í verkið.
Fyri tað fyrsta so haldi eg at tað er sera óheppið at føra politikk í fjølmiðlunum, men tað sær út til at borgarstjórin hevur eina aðra hugsan hesum viðvíkjandi. Eftir at eg hevði kunna borgarstjóran um, at eg hevði tikið meg úr ferðslunevndini roknaði eg við at hann fór at seta seg í samband við meg um hetta máli, hann er jú evsti leiðari í býráðnum. Sjálvt um eg nakrar dagar seinri var í sama rúmið, sum borgarstjórin nevndi hann ikki máli við einum orði. Ístaðin fyri at kunna meg persónliga um sína meining fór hann í fjølmiðlarnar har hann legði meg undir at verða eitt grenj. Soleiðis hava fólk skilt útmeldingarnar hjá borgarstjóranum.
Fyri tað næsta so meti eg at borgarstjórin als ikki veit hvat hevur gingið fyri seg í ferðslunevndini hesi 3 árini eg havi siti sum formaður. Eg havi trýst á umsitingina so tað stendur eftir, og tað kann býarverkfrøðingurin vónandi skriva undir uppá. Eg havi ferð eftir ferð fingið lova at nú skal okkurt henda, men tað hendir bara einki. Upp til fleiri ferðir havi eg hótt við at sagt meg úr nevndini, men einki hjálpti.
Mannagongdir er nakað sum vit ikki kenna til í býráðsarbeiðinum, men kanska borgarstjórin kann koma við eini mannagongd um hvussu vit skulu fáa mál framd í verki.
At fáa mál framd í verki tekur tíð sigur hann víðari?? Vit hava nú siti í 3 ár, og tað sum er komið av skafti er ikki vert at skriva heim um. Skeiði er nú næstan runnið og vit hava mest sum einki gjørt. Og hetta er ikki bert galdandi fyri ferðslunevndina.
Tá ið skeiði byrjaði høvdu vit í ferðslunevndini stórar ætlanir um at betra um viðurskiftini á ferðsluøkinum og nógv vóru hugskotini, sum vóru á borðinum. Men sum tíðin leið og vit sóu at einki bleiv framt í verkið minkaði hugurin hjá okkum at koma við hugskotum. Málini, sum vit arbeiddu við vóru forholdsvís ómakaleys at seta í verk hjá umsitingini, og kostnaðarstøði var ok. So tí skilji eg als ikki hví einki bleiv gjørt. At royna nýggjar leiðir er nakað, sum ikki er so populert her í býnum, alt skal verða sum tað altíð hevur verið.
Í Klaksvíkar Kommunu skulu stórar broytingar til bæði politiskt og umsitingarliga fyri at fáa bara ein nøkulunda rakstur av kommununi. Tað er snøgt sagt einki skil á rakstrinum av kommununi.
Hevði ein privat fyritøka verði rikin á slíkan hátt hevði hon langt síðani verði farin á heysin.
So kann ein spyrja um undirritaði einki hevur gjørt fyri at broyta rakstrarháttin hesi 3 árini ein hevur sitið sum formaður í ferðslunevndini. Eg sá tíðliga í skeiðinum at her var okkurt gali. Politikkur og umsiting var tvinna saman á ein slíkan hátt at tað órógvaði arbeiðsgongdina. Fleiri av málunum, sum komu fyri nevndirnar vóru rein umsitingarlig mál, sum ikki hoyrdu heima í nevndararbeiðinum. Og so var stórur mangul uppá mannagongdir, sum førir við sær at effektiviteturin er á einum lágum støði. Eg skeyt tí upp at ein óheftur eygleiðari (konsulentir) var settur fyri at hjálpa okkum við teimum trupulleikum, sum vit høvdu. Hetta varð samtykt, og fingu vit ein eygleiðara úr Danmark, sum hevði drúgvar royndir inn býráðsarbeiði at hjálpa okkum.
So var farið til verka, og eygleiðarin hevði nógv spennandi tilfar, sum kundi hjálpa okkum úr trupulleikunum vit vóru í. Men eftir eina tíð kom eygleiðarin ikki aftur til Klaksvíkar. Eg fór tí at spyrja meg fyri hvar hesin bleiv av. Arbeiði hjá honum var jú ikki liðugt, og tí vildi eg vit hvat var hent.
Eg fekk einki nøktandi svar úr býráðshúsinum, og ringdi tí til hann í Danmark fyri at hoyra hví hann ikki kom aftur at gera arbeiði liðugt. Hetta var svarið, eg fekk frá honum:
Kaere Hans Arne
Jeg har skrevet, at jeg ikke laengere tror, at jeg skal arbejde for Klaksvik Kommune. Dels fordi jeg ikke kan faa beskrevet hvad den administrative ledelse oensker, at jeg skal arbejde med, dels fordi at jeg har igennem flere maeneder har faaet at vide, at arbejdet fortsaetter, men derefter skete ikke noget. Og jeg er af den opfattelse, at tingene gaar alt for langsomt, saa det er nok bedre at stoppe.
Jeg har skrevet mange gange uden at faa svar og derfor syntes jeg, at det er bedre for jer og mig, at vi slutter.
Tað skal samstundis sláast fast at tað arbeiða nógv sera dugnalig fólk í umsitingini. Trupulleikin hjá teimum er at tann politiska skipanin virkar ikki nóg væl og tí er ringt hjá teimum at virka optimalt. Tann politiska leiðslan má seta út í korti hvussu kommunan skal rekast, mannagongdir skulu til og fólk skulu vita hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Tað er eisini ógvuliga umráðandi at vit ikki hava fleiri leiðara enn neyðugt.
Mín vón er, at vit eftir komandi val kunnu fáa fólk inn í býráði, sum hava rygg og hjarta á røttum stað. Vit skulu minnast til at í Klaksvík búleikast nógv dugnaligt fólk og her er hópin av møguleikum.
Við ynski um eina bjarta framtíð fyri Klaksvík.
Hans Arne Bertholdsen




