Norski sangarin sum í dag var ein túr uppi á Klakki, sigur at tað er umráðandi at fáa ungdómin burtur frá rúsandi løgum og misbrúki.
Í góðveðrinum í dag vóru vit ein túr við Hans Inge Fagervik uppi á Klakkinum.
Norski sangarin og sangskrivarin sum sigur seg dáma væl at ganga í fjøllunum, brúkar stóran part av síni tíð í bardaga fyri at fáa ungdóm burtur úr misbrúki av ymiskum slagi.
– Ungdómurin í dag veskur upp við amerikanskum pornofilmum, og tey halda verðuliga at kynslívið eigur at verða soleiðis sum tey síggja í filmum.
– Tá teir so blanda rúsevni og sex saman eru tað nógv sum fáa lagt í oyði nakað av tí besta sum eigur at verða millum tvey menniskju sum elska hvønn annan.
– Hetta er nakað sum eg tosið opið og erligt við ungdómin um á konsertum kring um í norskum skúlum.
– Tað er ótrúligt hvussu avskeplaða lívsuppfatan ungdómurin far av tí sum tey síggja í sjónvarpi og á filmi.
– Fantastiskt at hugsað sær at Guð skapaði hendan heimin upp á 6 dagar, sigur Trygve Hellesen, saxofonleikari hjá Hans Inge, tá vit koma upp á sjálvan Klakkin við útsýnið norður gjøgnum fjørðin.
– Tey sum trúgva upp á "The Big Band" kunnu ikki hava verið í Føroyum og mugu hava eina sterkari "trúgv" enn eg.




